Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 24.08.2015 (12:18)

Triton á veg í grind

Sjóverjan hevur sett kósina móti grindini í Leirvík, og Bob Barker liggur á Sundi

 

Løgreglan hevur í dag víst vøddar mótvegis Sea Shepherd. 21 fólk sum komu við skipinum hjá Sea Shepherd, Bob Barker um middagsleitið sleppa ikki í land.

 

Tað kemur uttan iva dátt við hjá felagsskapinum, tí um sama mundið, sum tey fingu hesi boðini,  varð boðað frá grind í Leirvík.

 

Sjóverjuskipið Triton, sum fylgdi Bob Barker, tá hann nærkasti Sandoynni eystanifrá og inn í Nólsoyarfjørð. Men nú boðað varð frá grind í Leirvík, setti Triton ferð á motorarnar við kós móti Leirvík.

 

Hini bæði skipini hjá Sea Shepherd, Brigitte Bardot og Sam Simon hava framvegis ikki tendrað AIS'in, sum vísir knattstøðuna hjá skipunum.

 

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her