Trolbátarnir eru allir til fiskiskap

Seinastu tíðina hava teir smáu trolbátarnir havt óføra góðan fiskiskap.


 

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Framvegis er upsafiskiskapurin einki at reypa av.

Trý partrolarapør eru á gulllaksaveiði. Hetta eru somu pør, sum undanfarin ár. Eysturbúgvin og Vesturbúgvin vóru teir fyrstu, ið loystu.

Teir landaðu á Toftum av øðrum túrinum í dag, og hesin seinni túrurin var betri enn hin fyrri. Veðrið spælir nógv inn, tá gulllaksur skal fiskast, sigst.

Í dag eru bara tveir djúpvatnstrolarar til fiskiskap. Teir fiska svartkalva, stinglaks og blálongu. Skipini koma helst ikki inn at landa fyrr enn eftir páskir.

- Allir teir smáu trolbátarnir eru til fiskiskap, og teir eru allir norðanfyri. Veiðan er næstan bara toskur, og trolbátarnir hava seinastu dagarnar havt góðan fiskiskap.

Lagt verður aftrat, at tvey garnaskip fiska svartkalva.

- Annað skipið frystir veiðina umborð, og hitt ísar. Eitt garnaskipið fiskar eisini havtasku. Fiskiskapurin hjá garnaskipum er brúkiligur, verður lagt aftrat.