Oddvør og Katrin heiðraðar

Oddvør Johansen og Katrin Óttarsdóttir fáa lívslanga sømdargávu



Oddvør Johansen og Katrin Óttarsdóttir fáa lívslanga heiðursgávu.

Tað kunngjørdi Bjørn Kalsø nú hann hevur latið mentanarvirðislønir í Skálavík í dag.

Oddvør Johansen, sum ikki kundi vera til staðar, segði í eini heilsan at heiðurin hevur nógv at týða, bæði nú og framayvir.

Katrin Óttarsdóttir sigur, at hetta er stórt fyri hana, og ikki minst kensluborið, at tað er í Sandoy, har abbi hennara, Heðin Brú.

Virðislønirnar eru 20.000 krónur um árið.