Trump ætlaði at senda flóttar til býir hjá mótstøðufólki

Hvítu Húsini høvdu ætlan um at koyra flóttafólk í bussum til býir, har mótstøðufólk hjá Trump eru ímóti múrinum, sum Trump ætlar at byggja á markinum til Mexico.


Donald Trump, forseti, ætlaði at senda flóttafólk til býir, har mótstøðufólk hjá honum eru ímóti hørðu linju hansara mótvegis teimum fremmandu.

Tað vátta stjórnarkeldur fyri tíðindastovuni AP og blaðnum Washington Post.

Trump umhugsaði at brúka tað sum revsing ímóti politiskum mótstøðufólki, sum ikki vildu stuðla, at byggjast skuldi ein múrur móti Mexico. Altso at raka demokratar.

Uppskotið varð fyrstu ferð havt á lofti í Hvítu Húsunum í einum telduposti 16. november í fjør.

##med2##

Ætlanin var, at tá flóttafólk komu um markið til USA, so skuldu tey handtakast og starks koyrast í bussum til sonevndar friðskjólsbýir. Tað eru býir, sum ikki vilja fylgja stranga politikkinum hjá stjórnini mótvegis innflytarum.

Trump skrivaði á Twitter í gjár, at hann enn umhugsar at senda flóttafólk til friðskjólsbýirnar.

– Út frá teirri sannroynd, at demokratar ikki vilja broyta okkara ógvuliga vandamiklu innflytaralógir, so umhugsa vit púra rætt at plasera innflytarar í friðskjólsbýum, skrivar hann.

Millum økini, sum Hvítu Húsini umhugsa, eru økið í San Francisco, har demokratiska forkvinnan í Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, er vald.

Aðrir býir við demokratiskum meiriluta eru eisini umhugsaðir, eitt nú New York.
Tað verður váttað av keldum í ráðnum fyri innlendis trygd og í Hvítu Húsunum yvir fyri bæði AP og Washington Post.

Ein talsmaður fyri ráðið fyri innlendis trygd sigur, at uppskotið »varð vent og avvíst, og tað endaði alt víðari kjak«.

Talskvinna fyri Nancy Pelosi er í øðini um avdúkingina.

– Hvussu langt kann hendan stjórnin fara í kynismu og ræðuleika kann ikki yvirmetast. At brúka menniskju, her eisini smábørn, er andstyggiligt og í nøkrum førum kriminelt, sigur hon.

Sambært Washington Post hava forsetin og Hvítu Húsini tvær ferðir seinasta hálva árið umhugsað at sent flóttafólk til býir hjá mótstøðufólki.
Fyrstu ferð var í november, tá ein herur av miðamerikanskum flóttafólkum nærkaðist markinum til USA.

Aðru ferð var í februar, tá tað var ein uppgerð ímillum Trump og demokratar í Kongressini. Teir vildu ikki stuðla múrinum móti Mexico. Málið hjá Trump við múrinum er, at hann skal forða flóttafólkum at koma inn í USA.

/ritzau/