fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 7.7m/s

Leita á in.fo

Trupulleikin við grágásini verður ikki loystur, sum støðan er nú. Einasti máti er at fara eftir reiðrinum

Áki Bertholdsen 13.11.2015 (11:48)

Trupulleikin er ómøguligur at loysa

Soleiðis sum tað sær út nú, fáa vit ikki loyst trupulleikan.

 

Árni Olsen í Hvalba er ein av teimum, sum hevur fingið loyvi at skjóta grágás. Hann hevur einasta skjótiloyvi í Hvalba, og hann er sjálvur annar í Suðuroy sum heild, ið hevur loyvi at sjóta grágás. 

 

Myndugleikarnir góvu loyvi til at skjóta grágæs, eftir at Búnaðarstovan hevur staðfest, at hon er ein stórur trupulleikan fyri tey, sum hava jørð. Summstaðni er so nógv til av grágás, at hon etur ein stóran part av grasinum, sum annars skuldi verið sligið til vetrarfóður til seyð og neyt.

 

Eisini í Hvalba er nógv til av grágás, og serliga nógv hevur verið at síggja í ár. Men Árni Olsen sigur, at sum loyvini nú eru skipað, loysa tey ongan trupulleika.

 

Árni Olsen sigur, at hann hevur skotið nakrar gæs. Men hann sigur samstundis, at tað er at kalla ómøguligt at sleppa fram at grágásini. Hann sigur, at hon er so stygg, at tá ið eitt skot er loyst av, fer alt á flog, og hvørvur.

 

- Tað ber heldur ikki til at ganga við byrsu, tá ið brundarnir eru farnir út og tað ber heldur ikki til, tá ið ærnar eru kvidnar og ganga við lambið. Og tá ið seyðurin fer í hagan, fara gæsnar eisini av bønum, í hagan at reiðrast.

 

- Sostatt er at kalla ongir møguleikar at tynna burtur av stovninum og tað er ein trupulleiki, sigur Árni Olsen.

 

Hann minnir á, at í Hvalba vórðu gæsnar avsagdar í fimtiárunum, tí tær løgdust í eplavelturnar.

 

- Í ár havi eg fyri fyrstu ferð sæð, at grágæs eru lagstar í eplavelturnar, so nú hevur trupulleikin, vit royndu at sleppa undan, tikið seg upp aftur.

 

Tað er ein treyt í skjótiloyvinum, at tað er ikki loyvt at skjóta grágæs, sum liggja á eggum, ella ganga við ófloygdum ungum.

 

Men Árni Olsen er sannførdur um, at skulu vit minka um stovnin, er einasti møguleikin at fara eftir reiðrinum.

 

Tað má sjálvandi gerast undir skipaðum umstøðum, men akkurát, hvussu tað skal skipast, dugir hann ikki at siga.

 

- Skulu vit stýra stovninum á grágæs og minka um trupulleikan hjá teimum, sum hava veltur og bø at sláa, er einasti møguleiki at fara eftir reiðrinum, sigur Árni Olsen.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her