fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 13.9m/s

Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 25.02.2015 (22:55)

Trúvirðið fingið eitt skot fyri bógvin

Kringvarpsstjórin var eisini við í sendingini Radarin, sum Kringvarpið sendi seinnapartin í dag í samband við, at dómur er fallin í nógv umrødda tollmálinum.

 

Úrslitið er, sum flestum kunnugt, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fekk viðhald í, at Kringvarpið og Portalurin í fleiri greinum og sendingum hava ærumeitt landsstýrismannin fyri tíðina, hann var stjóri í Niclasen-fyritøkuni í Sørvági.

 

Í sendingini Radarin varð Dia Midjord, kringvarpsstjóri, spurdur, um úrslitið av dóminum hevur skatt trúvirðið hjá Kringvarpinum.

 

- Stendur dómurin, soleiðis sum hann er sagdur í dag, einsamallur - ja, so vil eg meta, at trúvirðið er skalað. Tað eru nøkur ting, sum vit ikki hava gjørt rætt. Vit fingu viðhald í, at málið var aktuelt og viðkomandi, men dómarin heldur ikki, at mátin, vit hava sagt søguna upp á, var hin rætti.

 

Dia helt, at Kringvarpið kundi havt fortalt søguna øðrvísi - og við øðrum orðum enn teimum, ið brúkt vórðu.

 

Spurdur, hvørja ávirkan dómurin fer at hava á tíðindaflutningin hjá Kringvarpinum, helt Dia, at ávirkan helst verður meira ótilvitað.

 

- Tá vit viðgera slik viðurskifti, skulu vit ivaleyst ansa betri eftir orðunum, men eg má viðganga, at tað er keðiligt fyri framsøgufrælsið at noyðast at leggja bond á seg sjálvan.

 

Dia Midjord segði, at sjálvandi skulu fólk hava álit á Kringvarpinum, og tað má ongantið blíva soleiðis, at fólk, sum lurta, hugsa: "Ná, hatta er Kringvarpið, og Kringvarpinum skulu vit ikki hava álit á..."

 

Kringvarpsstjórin ásannaði, at hann sjálvur og tvey onnur av hansara starvsfólkum nú eru dømd fyri umrøðuna av tollmálinum.

 

- Vit mugu taka støðu til, hvat tað er, sum vit kundu havt gjørt øðrvísi og betri, segði Dia Midjord í sendingini Radarin seinnapartin í dag.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her