Trý fongslað fyri ófrið í Keypmannahavn

Eftir gøtuófriðin í Keypmannahavn í gjár hava fleiri rættarfundir verið við í Københavns Byret.


Fyrstu fólkini eru varðhaldsfongslað eftir ófriðin í gjár. Og nú seinnapartin er støðan tann, at tríggir mans eru fongslaðir.

Ein dómari hevur fongslað tveir persónar í 10 dagar, og hesir eru skukldsettir fyri at hava skotið fýrverk móti løgregluni, upplýsir TV2 News.

Tann triðji, sum er 17 ár, verður skuldsettur fyri at steina eftir løgreglufólki í Korsgade á Nørrebro í Keypmannahavn. Hann er frammanundan eftirlýstur fyri at stinga við knívi. Í hansara føri hevur dómarin gjørt av, at hann skal varðhaldsfongslast í 24 dagar.

Allir tríggir nokta seg sekar sambært TV 2 News. Ein fjórði er leyslatin.

Ófriðurin var í sambandi við, at tann rasismudømdi Rasmus Paludan skuldi hava ein mótmælisfund ímóti islam.

 

/ritzau/