fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 8m/s

Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 13.11.2013 (19:48)

Trý skip landað á Toftum

Trý skip landaðu á Toftum mánadagin. Tað var Landingarmiðstøðin við Toftagjógv, sum landaði skipini.

 

Niclas Davidsen, landingarformaður, sigur, at línuskipið Sigmundur, sum henda túrin royndi undir Føroyum, hevði stívliga 30.000 pund, meginparturin brosma og longa.

 

Trolbáturin, Hansa Maria, hevði 25.000 pund, meginparturin toskur, og garnaskipið Oknin hevði góð 33.000 pund av svartkalva.

 

Niclas Davidsen væntar ikki fleiri landingar á Toftum hesa vikuna, men tíðliga í næstu viku koma línuskipini Vesturhavið og Kambur væntandi inn at landa.

Smálýsingar

3 stk. stór óbrúkt Mahogny vindeygu til sølu vegna feilkeyp. Ring 316646

Teldur til ein hvønn tørv.

Tørv á handverkara í summar?

Yvir 100 veitarir skrásettir.

Hug at royna nakað nýtt, royn indiskan mat

Ring 588855

Ger bátin kláran til summarið. Ring 213819