Fullkomin Solar Eclipse í Føroyum

Tey, sum eru stødd í Føroyum um júst eitt ár, tá sólarmyrkingin er, kunnu vænta sær eina heilt serliga uppliving, tí bara í Føroyum og Svalbard ber til at síggja fullkomna sólarmyrking.

- Fólkini í Føroyum eru ótrúliga heppin, tí líka mikið hvar í landinum, tey eru stødd, fara tey at uppliva eina fullkomna sólamyrking, og tað er heilt serstakt.

 

 

Soleiðis sigur Kate Russo, sum saman við Geoff Sims í løtuni vitjar í Føroyum í sambandi við sólarmyrkingina, sum verður um júst eitt ár í dag. Tey eru bæði úr Australia, men eru búsitandi í Bretlandi, har tey fáast við gransking.

 

 

Í sambandi við sólarmyrkingina í Føroyum hava tey millum annað innsavnað upplýsingar um veðrið í Føroyum allan marts mána. Út frá teimum upplýsingunum royna tey at gera útrokningar fyri, hvussu vit kunnu vænta, at veðrið fer at hátta sær tann 20 marts 2015.

 

- Veðrið er altavgerandi fyri, hvussu nógv mann sær av sólarmyrkingini. Tað besta er sjálvandi, um tað er heilt klárt í veðrinum, men um tað eru nøkur skýggj, so bilar tað heldur ikki. Stóri trupulleikin er, um tað eru nógv, tjúkk skýggj, tí so sært tú ikki so nógv, sum tú annars kundi, sigur Geoff Sims, sum tó leggur afturat, at líka mikið veðrið tann 20 marts um eitt ár so sleppa fólk í Føroyum at uppliva eina fullkomna sólarmyrking.

 

- Tað er jú ljóst fyrrapartin, so tit koma at uppliva, at tað verður myrkt í eini tveir minuttir, sigur Geoff Sims.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr serfrøðingarnar greiða frá sólarmyrkingini í Føroyum.