Leita á in.fo

Danjal av Rana 24.11.2015 (13:51)

Tvær nýggjar føroyskar barnabøkur

Fimm nýggjar bøkur til børn og ung eru nú í handlunum, og í rúgvuni hesaferð eru ikki minni enn tvær upprunaføroyskar barnabøkur. Talan er um ‘Eg sá ein eingil’ eftir Elina á Rógvi og ‘Drongurin í grønum gummistivlum’ eftir Elsubeth Fossádal.

Eg sá ein eingil er heitið á nýggju bókini eftir Elini á Rógvi, sum í fjør fekk Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs fyri bókina Og mamma! og sum í ár var tilnevnd Norðurlendsku barnamentanarvirðislønina.

Útvarpsleikurin ’Eg sá ein eingil’ var sendur undan jólum í 2010 og er nú gjørdur til spennandi søgu at lesa. Við í bókini er fløgan við øllum sangunum, sum hoyra til søguna.

Tað er 1. desember, og Bergur vaknar í sínum kjallarakamari í J. C. Svabosgøtu í Havn. Lítið veit hann, hvat bíðar honum av upplivingum henda morgunin og dagarnar undan jólum. Visti hann tað, so hevði hann kanska borað høvdið niður undir dýnuna og ikki komið upp, og tó … har hendir ikki bara sovorðið keðiligt, men sanniliga eisini nakað ótrúliga undurfult, nakað Bergur og vinfólk hansara ongantíð fara at gloyma.

Ein spennandi og øðrvísi jólasøga til tey 8-12 ára gomlu. Bókin er 186 síður, innbundin við fløgu.

Drongurin í grønum gummustivlum eitur bókin eftir Elsubeth Fossádal, sum sjálv er lækni og hevur skrivað hesa fittu og viðkomandi bókina, sum neyvt lýsir gongdina á skaðastovuni. Bókin er tann fyrsta í eini røð av upplýsandi bókum til børn.  

Drongurin í grønum gummistivlum býr nærhendis eini trøð, har hanin Kornelius og fleiri onnur dýr búgva. Ein dagin, tá ið drongurin fer at geva dýrunum, verður hann so kløkkur av Korneliusi, sum flaksar runt, at hann dettur og fær hol í pannuna. Nú eru góð ráð dýr. Holið má verða seymað, og tí fara drongurin og mamman á skaðastovuna. Men drongurin er eitt sindur bangin, líka til hann sær, at læknin eisini er í grønum tuflum.

Fitta og litfagra myndabókin er eitt upplagt val til børn í 2-5 ára aldri.

Edward Fuglø hevur myndprýtt, og bókin er 18 síður og innbundin.

Tríggjar bøkur til børn og ung

Hinar tríggjar bøkurnar í rúgvuni eru allar myndabøkur, men hóast tað ógvuliga ymiskar og eisini ætlaðar børnum í ymiskum aldri og ungum.

‘Øll geipsa’ er ein klaffabók til smábørn. Vit vita øll, hvussu illa eitt geisp smittar, og ja, í hesu bókini geispa øll tey lítlu dýrini, tí tað er songartíð. Tey geispa spakuliga, hart og øgiliga leingi. Kettlingurin, grísurin, slangan og øll hini dýrini. Og skjótt vil lítla barnið eisini sova. Bókin er 28 blaðsíður og er innbundin við klaffum.

Myndabókin ‘Mimbo Jimbo og tann langi veturin’ eftir Jacob Martin Strid spreingir allar karmar fyri, hvussu ein myndabók vanliga er. Bókin kundi eisini verið skýrd ein tekstbók við nógvum myndum. Men hvussu er og ikki, so er hetta ein undurfull søga um Mimbo Jimbo og allar vinir hansara. Tað var nú, at várið skuldi koma, men várið kom ikki. Mimbo Jimbo og vinir hansara stríða seg gjøgnum kavan og loysa gátuna um, hví tað brádliga gjørdist vetur aftur. Eitt frálíka spennandi ævintýr á 120 síður við nógvum stuttligum myndum við smálutum at granska og uppdaga, eins og vit kenna tað frá bókini ‘Tann ótrúliga søgan um ta risastóru peruna’ eftir sama rithøvunda. Niels Jákup Thomsen týddi og er bókin ætlað teimum 5-9 ára gomlu.

Við søgu síni ’Eitt jólaævintýr’ eydnast tað Charles Dickens at vísa veruleikan gjøgnum eitt ævintýr. Klassiska søgan um tann gíriga Ebenezer Scrooge, sum hatar jólini, man teljast millum best kendu jólasøgurnar yvirhøvur. Tað finnast fleiri filmar bygdir á søguna og orðið Scrooge er komið inn í enska málið við týdninginum gírigheit og mannahatur. Italienski myndprýðarin Robert Innocenti endurgevur í nýggju útgávuni livandi tær skundmiklu, kavakløddu gøturnar í London í 19. øld og teir spøkilsiskendu hamirnar frá farnu og komandi jólum. Bókin er væl egnað stórum børnum, ungum og vaksnum. Hon er 152 síður og innbundin við leysakápu. Lena Jacobsen týddi.

Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið gevur tær fimm bøkurnar út.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her