Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 09.08.2015 (14:34)

Tveir døglingar gjørdu landgongd í Sanvík

Í morgun gjørdu tveir døglingar landgongd í Sanvík í Suðuroy, og teir vórðu dripinir, skornir upp og býttir til fólkið í sóknini, Sandvík og Hvalba.

 

Hóast døglingar ikki eru vanligir í Føroyum, so eru teir tað í Hvalba og í Sandvík, har døglingar so at siga á hvørjum ári gera landgongd. Seinasti døglingur gjørdi langdgongd í Hvalba 28. august í fjør.

 

Jaspur Vang, sýslumaður, sigur, at døglingur er fevndur av grindalógni eins og grindahvalur. Men í Hvalba og Sandvík er siður, at bygdarfólkið sjálvt skipar fyri býtinum – og har verður tað javnt býtt millum allar borgarar í sóknini, tí øll fáa tað sama.

 

Spikið verður ikki brúkt, men tvøstið – og tað verður fyri tað mesta turkað.

 

Døglingur er nakað størri enn grindahvalur. Hann verður ikki rikin til lands, sum grindahvalur, men ger sjálvur landgongd. Hann verður avlívaður við einum serligum mønustingara, sum er gjørdur til einamálið. Hesin er heldur størri enn tann, ið nýttur verður at drepa grind. Teir hava eisini eina serliga riflu, men mønustingarin verður nú heldur nýttur.

 

Søgn er um rekatræið, døglingin og súluna. Tað vóru mykinesmenn, sum lótu hánt um hetta tilfeingið, ið gásadalsrisin, Tóri Rami, lovaði í olmussu. Men tá bæði rekatræið og døglingurin hvurvu, vóru menn noyddir at taka annað skinn um bak, soleiðis at seinasti góði lutirn, Súlan, ikki eisini hvarv. Tí verður enn tann dag í dag sagt í Mykinesi: »Súla góð«. Døglingurin vitjar tó bara í Sandvík og Hvalba.

 

Døglingurin verður ikki mettur í skinnum, sum grindahvalur. Tá skorið verður upp, verður tvøstið vigað og býtt javnt millum allar borgarar í sóknini.

 

Jaspur Vang, sýslumaður, sigur, at tá døglingur leggur beinini, boða tey altíð Náttúrugripasavninum frá, so tey kunnu taka royndir. Viðhvørt koma tey suður, og viðhvørt fáa tey roydnir sendar norður. Kannað verður kyn, aldur, stødd, eins og innvølir verða kannaðir.

 

Eingin fólk frá Sea Shepherd vóru í Sandvík í morgun. Men Jaspur Vang sigur, at tey vita um døglingarnar, tí onkrir fyrispurningar eru komnir frá teimum. Men í Suðuroy hava tey ikki sæð nakað til fólk frá Sea Shepherd í summar.

 

 

 

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her