fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 5.5m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 20.06.2014 (12:29)

Tveir felagsskapir afturat til Føroya

Sea Shepherd-fólkini vera ikki einastu grindadrápsmótstøðumenninir í Føroyum í Summar. Týsku felagsskapirnir ProWal og WDSF hava boðað frá, at teir í felag skipa fyri einum mótmælistiltaki móti grindadrápi á Ólavsøku. Hesir báðir felagsskapirnir hava fyrr gjørt seg galdandi í Føroyum, tá teir meldaðu økisleiðararnar í Norðoyggjum og miðøkinum í samband við grindirnar í Húsavík 8. og 9. juli 2010 og í Klaksvík 19. juli 2010.

 

ProWal og WDSF bjóða øllum, sum ynskja, at koma til Føroyar og hjálpa teimum at steðga hesum ónda, blóðiga slaktinum. Innbjóðingin er, sum so ofta sæð fyrr, full av faktuellum feilum um grindadráp. Ólavsøka er vald sum mótmælisdagur, av tí at tað, sambært felagsskapunum, er siður at eta tvøst og spik á Ólavsøku, og at eftirspurningurin eftir tvøsti er í hæddini beint upp undir Ólavsøkuna.

 

ProWal og WDSF bera ótta fyri, at føroyingar í 2014 fara at seta met í tali av hvalum dripnum, av tí at allir grindamenn frá 2015 skulu hava góðkenning frá føroysku myndugleikum.

 

 

Higartil hava 74 fólk boðað frá luttøku á Facebook-síðuni fyri tiltakið.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her