Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 11.09.2015 (07:36)

Tveir landsstýrissessir til Framsókn

Við trimum tingfólkum fer Framsókn eftir tveimum landsstýrissessum.

 

Hóast hvørki Annika Olsen ella Poul Michelsen vilja vátta tað, so verður tað hildið fyri vist, at Annika Olsen verður partur av tingmanningini hjá Framsókn áðrenn tingfundin týsdagin.

 

Støðan hjá Framsókn í telvingini um nýtt landsstýri er tí munandi broytt.

 

Av tí at Nýtt Sjálvstýri hevur vent samgongusamráðingunum bakið, hevur Framsókn fingið ein meira týðandi leiklut í samgonguni. Um bæði Nýtt Sjálvstýri og Framsókn vóru við, so hevði tað kanska verið lættari hjá Aksel V. Johannesen við tað, at tá hevði hvørgin av teimum smáu flokkunum møguleika einsamallir at blokera ávís mál.

 

Framsókn styrkist munandi við, at Annika Olsen verður partur av flokkinum. Tí er tað heilt vist eitt krav hjá Framsókn at fáa tveir landsstýrissessir av átta ella kanska níggju.

 

Sum skilst ætlar Framsókn at fáa landsstýrismannin í uttanríkismálum, og keldur siga, at tað verður Tróndur Djurhuus, sum er boðið hjá Framsókn upp á nýggja landsstýrismann í uttanríkismálum.

 

Tróndur Djurhuus er ein av stovnarunum av Framsókn saman við Poul Michelsen, og hann stillaði upp fyri flokkin í 2011. Hann fekk 169 persónligar atkvøður og gjørdist nummar fýra á listanum. Hann stillaði ikki upp á valinum hesaferð, tí hann býr uttanlands.

 

Tróndur Djurhuus hevur verið við til samráðingarnar, síðani tær byrjáðu, og hann hevur havt týðandi leiklut við redigering av tí, sum skrivað er higartil.

 

Eftirlíka Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi ynskinum um tveir landsstýrissessir til Framsókn, so kann hin sessurin verða Heilsumálaráðið, og eitt boð upp á landsstýrisfólk er Hanna Jensen, løgtignskvinna í Gøtu. Fyri hana í løgtingið kemur so Ruth Vang í Havn.

 

Soleiðis kann ting- og landsstýrisbólkurin hjá Framsókn gerast líka stórur, sum tingbólkurin hjá Fólkaflokkinum – fimm fólk.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her