Leita á in.fo

Danjal av Rana 17.03.2016 (16:40)

Týdningarmiklir dómar móti Sea Shepherd

- Eg eri sera væl nøgd við dómin í Eystara Landsrætti, tí hann knæsetir fleiri týdningarmikil viðurskifti í grindalógini, sigur Linda Margrethe Hesselberg, ákæri.

 

Eystari Landsrættur kunngjørdi í morgin dómarnar í málunum um grindirnar í Bø og í Sandagerði 23. juli í fjør.

 

- Fyrst av øllum hava vit nú fingið staðfest, at vit kunnu leggja hald á útgerð við tilvísing til grindalógina. Í Føroya rætti metti dómarin ikki, at vit høvdu heimild til hetta, men Eystari Landsrættur hevur tíbetur umstoytt avgerðina frá Føroya rætti, sigur Linda Margrethe Hesselberg.

 

Hon væntar, at hetta fer at merkja átøkini hjá Sea Shepherd í framtíðini.

- Eg vænti, at Sea Shepherd fara at ansa sær meiri, hvørja útgerð teir senda til Føroya, við tað at vit nú hava lógligan rætt til at leggja hald á útgerðina, sum teir nýta, um grindalógin verður brotin. Útgerðin verður síðani seld fyri at dekka kostnaðin av bótum og øðrum sakarmálsútreiðslum, sigur hon.

 

Linda Margrethe Hesselberg fegnast eisini um, at Føroya rættur hevur staðfest, at myndugleikarnir hava rætt at kunngera dómin fyri felagsskapinum Sea Shepherd umvegis eitt av teirra umboðum, í hesum føri Rosie Kunneke.

 

- Eystari landsrættur hevur eisini staðfest, at Sea Shepherd eigur ikki at gerast ovfarið av, at onkur av teirra fólkum kunnu hugsast at bróta lógina. Tí kunnu vit døma teir at hava løgfrøðiliga ábyrgd fyri tí, sum teirra limir gera, meðan teir eru í Føroyum, sigur hon.

 

Hon er eisini glað um, at bótin til Stitching Sea Shepherd Global var verandi 75.000 krónur, sum er hægri enn bótin, sum Greenpeace fekk fyrstu ferð.

- Her ivist eg ikki í, at rætturin hevur tikið atlit til fíggjarligu støðuna hjá felagsskapinum og samlaða kostnaðin av átøkunum hjá felagsskapinum í Føroyum.

 

Linda Margrethe Hesselberg sigur, at hesir dómarnir vera avgerandi fyri framtíðar sakarmál móti Sea Shepherd her í Føroyum.

-          Nú hevur eystari landsrættur gjørt greitt, hvat vit kunnu leggja dent á í slíkum málum. Hetta fer millum annað at hava stóra ávirkan á málið um grindadrápið í Sandavági, har skjóttgangandi báturin hjá Sea Shepherd, Echo, órógvaði drápið.

 

Eystari Landsrættur valdi tó at lækka bøturnar hjá trimum av teimum fimm, sum vóru dømd í Føroya rætti.

- Tað er ein avgerð, sum eg kann liva við. Tey hava lagt til grund, at tað skulu vera sera skerpandi umstøður, sum gera, at bótin skal hækkast úr teimum 25.000 krónunum. Samstundis hevur landsrætturin gjørt greitt, at tað eru 25.000 krórnur sum eru útgangsstøðið, tá bøtur skulu ásetast. Eftir stendur, at Sea Shepherd mugu vera greiðir yvir, at teirra limir møguliga fara at bróta lógina, meðan tey eru í Føroyum, og at vit tá kunnu revsa bæði limirnar og felagsskapin, umframt at leggja hald á útgerðina, sum verður nýtt, við støðið í nýggju grindalógini, sigur Linda Margrethe Hesselberg.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her