Týskur journalistur leitar eftir ljóðinum av Føroyum

Í nýggjum dokumentari er prát við fleiri føroyskar tónleikarar um føroyskan tónleik


Greta Svabo Bech greiðir frá

Greta Svabo Bech greiðir frá

Tá Faroese Music Awards var í Norðurlandahúsinum 8. mars, vóru útlendskir miðlar sum vant bjóðaðir við. Umframt nakrar greinar í útlendskum fjølmiðlum, so er nú ein nýggjur dokumentarur um føroyskan tónleik komin út.

Tað er ein týskur journalistur frá týska tónleika- og mentanarmiðlinum Blogrebellen, sum hevur gjørt filmin. Hann var við til FMA fyri aðru ferð, og hesa ferð hevði hann sett sær málið at finna útav, hvat "ljóðið av Føroyum" er. Journalisturin leggur dent á, at tað bara búgva 50.000 fólk í Føroyum, og samstundis stendur tónleikapallurin í stórum blóma, sum hann er sera hugtikin av. 

Tú kanst síggja stutta dokumentarin her:

##med3##

Í filminum hevur hann eitt nú samrøðu við føroysku elektropoppsangarinnuna, Gretu Svabo Bech, sum gevur sítt boð uppá tað føroyska ljóðið. Eisini er samrøða við Poul Arna Holm frá Hamradun, og hann greiðir millum annað frá fjølbroytta føroyska tónleikinum og dregur paralellir við siðvenjur og føroyskan dans. 

##med2##

Týski journalisturin hittir hamumframt Kristian Blak, sum fortelur um serstøku sangsiðvenjuna í Føroyum. Eisini eru videoupptøkur av fleiri live-framførslum at síggja, og so er prát við sangarinnurnar báðar Guðrið Hansdóttir og Jasmin Mote. 

 

 

Greta Svabo Bech greiðir frá

The Sound Of Faroe Islands (Music Documentation)