Pingel sá reytt

1.DEILD: B36 vann grannauppgerðina, tá ið HB í meiri enn ein tíma var undirmannað


Í eitt ár hevur HB álopsspælarin Sebastian Pingel verið skaddur. Síðstu mánaðirnar hevur hann arbeitt fyri at koma seg aftur. Teir halda seg hava brúk fyri honum á besta liðnum, og í dag var hann fyri fyrstu ferð í ár á vøllinum, tá ið tað var grannauppgerð millum næstbestu liðini hjá HB og B36.

B36 vann 1-0. Málið skoraði Niels Johnsson, tá ið tað restaðu tólv minuttir.

Tá hevði HB verið undirmannað í 65 minuttir. Í 27. minutti hevði dómarin, Aron Sofus Vest, reyða kortið á lofti. Sebastian Pingel var óheppin í takling, sum dómarin metti at vera so mikið ógvusliga, at hon kostaði beinleiðis reytt kort.

Tað hevur ljóðað, at ætlanin var, at Sebastian Pingel skuldi við besta HB liðnum suður til Suðuroyar í kvøld. HB skal í morgin spæla á útivølli ímóti TB. Men Sebastian Pingel verður hvørki á vøllinum ella á beinkinum, tí hann er leikbannaður.

Eftir fimm umfør hevur B36 fýra stig, og HB hevur trý stig.

Í sætta umfari skal HB spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.

Í sætta umfari skal B36 spæla á heimavølli ímóti Skála.