Leita á in.fo

Bjørt Samuelsen er ein av uppskotsstillarunum.

Hallur av Rana 08.10.2015 (11:08)

Uppskotið verður eftirkannað í løtuni

Í dag eru tvær vikur síðani, at tær fýra tingkvinnurnar, Hanna Jensen, Framsókn, Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkalista, Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin, og Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, lótu løgtingsskrivstovuni uppskotið um broytingini av hjúnabandslógini, ið skal loyva tveimum av sama kyni at giftast borgarliga.


Løgtingið hevur verið saman nakrar ferðir síðani uppskotið varð latið løgtingsskrivstovuni, men enn er tað ikki lagt fram. Tað kemst av, at løgtingsskrivstovan skal eftirkanna øll løgtingsuppskot, áðrenn tey verða løgd fyri tingi, og tann kanningin er enn ikki liðug.


Johnhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, upplýsir fyri in.fo, at løgtingsumsitingin kannar í løtuni uppskotið, ið er nakað øðrvísi enn onnur uppskot.


- Øll uppskot skulu gjøgnum eina eftirkanning hjá løgtingsumsitingini. Tað er har, at løgtingsuppskotið er í løtuni. So í løtuni er tað ikki klárt at leggja fyri tingið.


- Her er talan um eitt ríkislógartilmæli, har løgtingið heitir um á danskar myndugleikar at broyta danska lóggávu. Tílík ríkislógartilmælir koma sjáldan frá løgtinginum, men er tað vanliga landsstýrið, ið leggur slík tilmælir fram. So vit hava havt samskifti við aðrar myndugleikar um hvørjar tær røttu mannagongdirnar eru.


Løgtingsstjórin sigur, at uppskotið verður lagt fyri tingi, men at tað ikki verður klárt áðrenn løgtingið fer í heystferiu.


- Tað verður ikki klárt í hesi vikuni, men møguliga verður tað lagt fram tá løgtingið kemur saman aftur aftaná heystfrítíðina. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her