Leita á in.fo

ÍSF forsetin, Petur Elias Petersen, vísir á, at vantandi viðurkenning av Føroyum sum sjálvstøðugar kann forða fyri OL luttøku.

Mortan Østerø 13.12.2014 (17:00)

Vantandi viðurkenning spennir bein fyri OL

Føroyar fáa trupult at luttaka til Olympisku Leikirnar uttan altjóða viðurkenning sum sjálvstøðugur statur, vísir forsetin í Ítróttarsambandi Føroya, Petur Elias Petersen, á.

 

Í vikuni eydnaðist tað Kosovo at gerast limur í altjóða olympisku nevndini, IOC. Tað ber við sær, at Kosovo kann luttaka sum sjálvstøðug tjóð til OL í 2016, hóast Serbia, sum Kosovo loysti frá í 2008, framvegis ikki politiskt viðurkennir Kosovo sum sjálvstøðugt land. Tað birti undir høvi at kanna støðuna hjá Føroyum í mun til OL nærri.

 

Tað var í 1984, at Føroyar sendu eina umsókn um at gerast limur í olympisku nevndini og sostatt sleppa at luttaka OL sum sjálvstøðug tjóð. Síðani hevur lítið verið at frætta frá IOC.

 

- Í 1984 var tað gjørligt fyri lond at fáa sjálvstøðugan limaskap í IOC, hóast tey ikki politiskt vóru sjálvstøðugar tjóðir, og tí sendu vit eina umsókn inn, men síðani hava vit hoyrt lítið aftur, sigur Petur Elias.

 

Krevur viðurkenning sum sjálvstøðugt land

Forsetin í ÍSF vísir á, at lóggávan fyri upptøku av nýggjum limalondum varð dagførd eftir at umsóknin hjá Føroyum varð send inn. Dagføringin ásetir, at limalondini skulu hava politiska viðurkenning frá øðrum londum sum sjálvstøðugt land.

 

- Vit vóru á fundi við IOC í heyst, har tey vístu á broyttu lóggávuna, sum sigur at vit ikki kunnu luttaka til OL sum sjálvstøðugt land. Vit talaðu sjálvandi at, tí dagføringin er hend eftir at vit sendu inn umsóknina, sigur Petur Elias Petersen.

 

Hann vísir á, at tað, at Kosovo hevur fingið limaskap í IOC kann styrkja um argumentatiónina hjá Føroyum. Tó kemst ikki uttan um, at Kosovo eisini kann vísa á viðurkenning frá 108 av teimum 193 ST limalondunum sum sjálvstøðugur statur.

 

Les eisini: Kosovo hevur fingið olympiska viðurkenning

 

- Hóast Føroyar hava fleiri altjóða góðkendar ítróttargreinar enn Kosovo, so er tað tann stóra altjóða viðurkenningin av Kosovo sum sjálvstøðugur statur, ið hevur gjørt tað møguligt at gerast limur í IOC. Vit hava eina manglandi altjóða viðurkenning av okkara landi, sigur Petur Elias Petersen.

 

Løgmaður er formligi verjin av føroyskum ítrótt, men Petur Elias leggur dent á, at ÍSF ikki leggur seg út í politisk mál, og ikki beinleiðis fer at leggja trýst á løgmann. Tó høvdu tey avgjørt verið sinnað at luttaka á fundi við IOC, skuldi løgmaður fingið hetta í lag, vísir ÍSF forsetin á.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við ÍSF forsetan


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her