fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 13.9m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 04.10.2015 (16:50)

Var ivasamur um sangin

Sendingin Eg Helt Landsins Lógir elvdi, sum vera man, til nógv kjak millum manna, bæði um evnið í sendingini og innihaldið í henni. Nógv kjak var millum annað um eitt innslag, har síggjarin hoyrir Jørgen Niclasen syngja ein sang fyri Elisi Poulsen í sendingini Lurtararnir og Vit.

 

Í Degi og Viku 26. februar 2015, dagin eftir at dómur var fallin í málinum um ærumeiðing móti Jørgeni Niclasen, kom fram, at Dia Midjord sett spurningar við tónleikavalið í sendingini og millum annað ikki vildi hava hendan sangin við, tí tað var at fara yvir um mark, sum Heini Gaard, ið hevur gjørt innslagið, málber seg.

 

Dia Midjord vildi ikki úttala seg um málið tá, men í Eystara Landsrætti mikudagin, varð hann spurdur um málið. Dia Midjord hevði, saman við øðrum starvsfólkum í Kringvarpi Føroya, sæð sendingina dagin fyri, at hon varð send í sjónvarpinum, og hevði tá sagt, at hann var misnøgdur við tónleikavalið í sendingini.

 

Í Eystara Landsrætti greiddi Dia Midjord frá, at tað er ikki hansara uppgáva at leggja seg upp í journalistiska arbeiðið hjá starvsfólkum sínum, men hann váttaði, at hann ikki varð heilt nøgdur við tónleikavalið í sendingini, millum annað hendan sangin, sum Jørgen Niclasen sang.

- Eg helt ikki, at sangurin hóskaði seg í sendingini, soleiðis sum hann varð tá, og ynskti tí onkrar broytingar. Eg helt, at vit í minsta lagi áttu at gjørt hyggjararn vart við, hví sangurin var við í sendingini, greiddi Dia Midjord frá í rættinum. Hann sipaði tá til frágreiðingina, sum Jan Lamhauge gav um sangin í Føroya Rætti. Tá greiddi Jan Lamhauge frá, at Kringvarp Føroya hevði roynt at fingið fatur á Jørgeni Niclasen í fleiri vikur, men hann vildi ikki úttalað seg um málið. Tó var hann brádliga at hoyra í sendingini Lurtararnir og Vit ein dagin, beinleiðis í samrøðu við Elis Poulsen, har hann sang umtalaða sang.

 

- Eg kravdi ikki, at nakað skuldi takast úr sendingini, men sá gjarna, at onkrar broytingar vóru gjørdar, segði Dia Midjord í Eystara Landsrætti. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her