Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 23.04.2015 (16:05)

Veljarakanning: Skrædl hjá samgonguni

Samgongan hevði mist sjey tingsessir, um val var í dag. Tað vísir nýggj veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin.

 

Størstu afturgongdina eigur Fólkaflokkurin og størstu framgongdina eigur Javnaðarflokkurin.

 

Tað er niðurstøðan í veljarakanning, sum verður kunngjørd í Sosialinum í kvøld.

 

Fólkaflokkurin missir tríggjar tingessir, Sambandsflokkurin missir tveir. Harumframt missa hesir báðir flokkarnir hvør sín tingmann, sum teir hava fingið afturat síðani valið.

 

Tilsamans ganga Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin 12,7 prosentstig aftur.

 

Javnaðarflokkurin hevur eisini hesaferð størstu framgongdina, 8,0 prosentstig. Flokkurin fær 3 tingsessir fleiri enn á valinum og fær nú 9.

 

Størsta broytingin í hesi kanningini er, at Framsókn hevur stóra framgognd og fær 4 tingsessir í mun til 2 á valinum seinast. Tjóðveldi stendur í stað, eins og Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin.

 

Veljarakanningin – saman við øllum hinum 13 kanningunum, sum gjørdar eru síðani valið, sæst í VikuskiftisSosialinum, sum verður á gøtuni í Havn í kvøld og kring landið í morgin. Blaðið kann eisini lesast á sos.fo


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her