Leita á in.fo

Danjal av Rana 18.03.2016 (14:11)

Viðareiðistunnilin verður liðugur í summar

Seinasta arbeiðstøka í sambandi við Viðareiðistunnilin er nú komin til høldar, og tað var El-Service av Skála, ið átti lægsta boð og fekk arbeiðið. 

 

Íbúgvarnir á Viðareiði nýtast ikki longur at óttast komandi vetur eftir Viðareiðisvegnum, tí longu í summar kann nýggi tunnilin til bygdina takasta í nýtslu.

 

Í dag undirskrivaðu stjórin á Landsverki, Ewald Kjølbro, og stjórin í El-Service, John Eli Olsen, seinastu arbeiðstøkuna, ið fevnir um alt elarbeiðið í tunlinum. El-Service átti lægsta boð, ið fevnir um at seta upp ljós og trygdarútgerð í tunlinum. Arbeiðstøkan er á slakar 7,3 milliónir krónur.

 

Fyri at fáa betri rakstur og lægri elnýtslu, verða sett upp orkusparandi led-ljós, ið eru tey fyrstu av sínum slagi í Føroyum. 

 

Arbeiðið við nýggju viðareiðisfarleiðini hevur gingið avbera væl. So væl, at tunnilin kann takast í nýtslu longu í ár, sum er eitt heilt ár áðrenn upprunaligu ætlanina.

 

Nýggja farleiðin fevnir um ein umleið 1.950  metrar langan tunnil við portalum og 3.700 metrar tilkoyringarvegir Hvannasundsmegin og úr Miðdali til bygdina á Viðareiði. 

- Hóast nógvar avbjóðingar – eitt nú við tunnilsmunnarnar – har neyðugt var at flyta munnan hvannasundsmegin orsakað av truplum lendisviðurskiftum, eins og at gera aðrar broytingar í verkætlanini, so er við góðum samstarvi við arbeiðstakararnar at fáa ein tunnil, ið lýkur øll krøv og kostnaðarætlan, lidnan langt áðrenn tíð, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.

 

Høvuðsarbeiðstakari er Í/F Viðareiðistunnilin, ið er eitt samtak millum føroyska Articon og norska LNS. 

 

Seinastu ferðslutølini, sum eru frá 2012, vísa, at tað koyrdu 432 akfør um samdøgrið eftir Viðareiðisvegnum. Í 2024 er ferðslan mett at vera komin upp í 510 bilar. 

Í sambandi við verkætlanina varð sagt, at verandi vegur til Viðareiðis liggur nógvastaðni í brattlendi, og trupulleikar standast javnan av, at grót rullar á vegin. Bæði skriðu- og skalvalop koma fyri, har tað onkuntíð hevur verið neyðugt at steingja vegin í upp til fimm dagar. Við nýggju farleiðini verður hesin vandin burtur.

 

Samlaði fíggjarkarmurin hjá Løgtinginum fyri nýggju farleiðina til Viðareiðis er 162 milliónir krónur. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her