Vil flyta Tjóðpallin úr Havnini

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu mælir til, at Tjóðpallurin verður fluttur inn á Skálafjørðin


Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, bjóðar nú at loysa høvuðbrýggið hjá teimum havnarborgarum og býráðspolitikarum, sum í hesum døgum mótmæla staðsetingina av einum ætlaða Tjóðpalli á Skálatrøð.

Í lesarabrævi í dag ger hann nevniliga greitt, at Runavíkar kommuna fegin vil hýsa einum slíkum stovni, nú tá Skálafjørðurin skjótt verður partur av miðstaðarøkinum.

- Tað man vera eindømi í heimssøguni, at bilisma og parkering hava verið ein hóttan fyri at fáa eitt nationalt teatur – eitt tjóðleikhús – upp at standa. Men ivaleyst finnast ráð fyri hesum. Tjóðpallurin eigur at vera staðsettur í miðstaðarøkinum, ongin ivingur um tað, men um hálvtannað ár er miðstaðarøkið eitt annað enn tað er í dag. Tá akandi verður undir havbotninum, ígjøgnum Tangafjarðartunnilin, býr meiri enn helmingurin av landsins íbúgvum í einum og sama øki – í syðra endanum á báðum teimum størstu oyggjunum í landinum – hin nýggi magndepilin, sum frameftir verður snúningsknarvin í oyggjunum. 12-15 minuttir í akstri millum miðbýirnar í Runavík og Tórshavn, byrjar borgarstjórin eitt lesarabræv um evnið.

Sambært borgarstjóranum eru fyrstu stig eisini tikin til, at flyta stovnin inn á Skálafjørðin. Fyrr í vikuni vóru umboð fyri kommununa nevniliga á fundi við fíggjarnevnd løgtingsins um málið.

- Helst er tað orsøkin til, at fíggjarnevnd løgtingsins heitti á Runavíkar kommunu um at koma til fundar um hetta málið fyrst í hesari vikuni. Á fundinum fekk nevndin at vita, at Runavíkar kommuna var fús at veita Mentamálaráðnum grundøki kostnaðarleyst - annaðhvørt í nýggju miðbýarætlanini ella í grannalagi hennara. Spurt varð um kommunan kanska kundi lagt nakað til verkætlanina annars, fíggjarliga, og til tað er bert at svara, at tað er ein samráðingarspurningur sum alt annað í lívsins ymisku geramálum. Runavíkar kommuna er til eina og hvørja tíð sinnað at tosa við landsmyndugleikan um eitt mál sum hetta, - at byggja fyrsta tjóðleikhúsið í Føroyum í kjarnu býarinnar ella harumleiðir.

Til ber at lesa lesarabrævið hjá borgarstjóranum í Runavíkar kommunu við at trýsta á her.