Leita á in.fo

Danjal av Rana 15.09.2015 (13:33)

Vil gjarna vera við

Sonja Jógvansdóttir segði beint eftir løgtingsfundin í morgun, at hon beinanvegin fór at leggja uppskotið um broytingar í hjúnabandslógini fram.

- Eg skal bara trýsta á enter, so er tað farið, segði Sonja Jógvansdóttir við Høgna Djurhuus.

 

Tað hevur tó vakt undran, at Sonja Jógvansdóttir í sjálvdrátti leggur uppskotið fyri tingið, heldur enn at biðja onnur tingfólk skriva undir uppskotið saman við sær.

 

Bjørt Samuelsen var ein teirra, sum legði uppskotið um broytingar í hjúnabandslógini fyri tingið í varna valskeiði, saman við Rigmor Dam og Poul Michelsen.

- Eg kundi gjarna hugsað mær, at vera við til at lagt uppskotið fram, sigur Bjørt Samuelsen við in.fo.

 

- Hetta er eitt mál, sum liggur mær nær, og eg hevði sett mær fyri, at eg skuldi leggja tað fyri tingið tíðliga í tingsetuni. Eg haldi heilt víst, at hetta er eitt mál, sum er gott at fáa viðgjørt og avgreitt so skjótt sum gjørligt, sigur tingkvinnan hjá Tjóðveldi, sum tók sæti sum varalimur á tingi, nú Høgni Hoydal, Sirið Stenberg og Kristina Háfoss fóru í landsstýrið.

 

- Eg haldi tað hevði verið ómetaliga skilagott, um øll, sum vilja, kundu lagt uppskotið fram saman við Sonju Jógvansdóttir. Sjálv hevði eg roynt at fingið undirtøku frá fleiri øðrum í tinginum, áðrenn eg hevði lagt tað fram, sigur Bjørt Samuelsen, sum undirstrikar, at hon er glað fyri, at uppskotið verður lagt fram.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her