Leita á in.fo

Myndin er frá grindadrápinum í Bø

Danjal av Rana 10.03.2016 (08:59)

Vil ognartaka gummibát og sendiútgerð

Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, vildi hava Eystara Landsrætt at geva sær viðhald í at hon hevur myndugleika at leggja hald á og ognartaka gummibátin, sum Sea Shepherd nýtti í Bø og sendiútgerðina, sum var umborð.

 

Í rættinum í gjár nýtti hon nógva tíð til at gjøgnumganga grindalógina og seinastu broytingarnar í grindalógini, har ímillum viðgerðina í vinnunevndini.

 

Hon vísti á, at undir viðgerðini var gjørt greitt, at landsins myndugleikar ynskja, at hald verður lagt á tað útgerð, sum verður nýtt í royndunum at steðga einum grindadrápið. Endamálið er greitt; hald skal leggjast á útgerð nýtt til revsiverdar gerðir.

 

- Tað kennist særandi fyri rættarkensluna hjá fólki, at fólk kunnu varðveita útgerð sum er nýtt í einum lógarbroti, so at hon kann nýtast í nýggjum lógarbroti seinni, sigur Linda Margrethe Hesselberg, ákæri.

 

Linda Margrethe Hesselberg samanbar støðuna við lógina um vinnuligan fiskiskap. Har hevur Eystari Landsrættur sjálvur í fleiri førðum staðfest avgerðina hjá myndugleikunum um at leggja hald á trol, gørn og aðra útgerð, tá skip eru tikin fyri ólógligan fiskiskap. Hóast tað ikki kundi prógvast, at júst hendan útgerðin var blivin nýtt í ólógliga fiskiskapinum, so gav Eystari Landsrættur loyvi til at leggja hald á hana, tí at hon møguliga hevði verið nýtt. 

 

Hon vísti eisini á, at í samband við mál um rúsdrekkakoyring, hevur løgreglan heimild at leggja hald á bilar, tí at teir kunnu nýtast til rúsdrekkakoyring, hóast eingi prógv eru um, at teir nakrantíð eru nýttir til tess.

 

- Í hesum førinum er tó talan um gummibátar og útgerð sum við vissu eru nýtt til at bróta grindalógina, og eingin ivi er um, at um tey sleppa at varðveita útgerðina, so verður hon aftur nýtt til tað sama, sigur Linda Margrethe Hesselberg.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her