fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 13.9m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 20.09.2014 (10:06)

Vildu hava samanbrest ímillum Føroyar og Danmark

- Tað vóru rættiliga mong sum vóru áhugað í einum kríggi ímillum Føroyar og Danmark.

Tað staðfestir fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin, Villy Søvndal.

 

Á fólkafundinum í Runavík í gjárkvøldið greiddi hann frá sínum lívi sum politikari og privatmaður og í hesum sambandi slapst ikki undan at nema við umstríddja makrelstríðið ímillum Føroyar og ES.

 

Villy Søvndal var uttanríkisráðharri tá ið boykottið ímóti Føroyum varð sett í gildi.

Og hann legði dent á, at at vit eiga ikki at gloyma, hvussu álvarsligt hetta kundi vera fyri ríkisfelagsskapin, tí tað vóru mong í báðum londum, sum høvdu stóran áhugað í at gera hetta til eitt kríggj ímillum Føroyar og Danmark.

 

Men hansara stóra ynski var, at hetta mátti aldrin fáa avleiðingar fyri álitið ímillum Føroyar og Danmark.

- Tí var rættiliga nógv brævaskifti og rættiliga nógvir fundir ímillum landsstýrið og donsku stjórnina, bæði á politiskum stigi og á embætismannastigi.

 

- Og tí vóru og eg, og matvøruráðharrin eisini og tosaðu við ES myndugleikarnar og royndu at sannføra teir um, at boykott var ikki rætti vegurin, men at samráðingarleiðin skuldi roynast.

 

Villy Søvndal sigur, at í danska uttanríkismálaráðnum mettu tey, at hetta var teirra størsta avbjóðing yvirghøvur.

- Tað sigur seg sjálvt, at talan er um eina rættiliga víðgongda støðu, at føroysk skip ikki skuldu sleppa í danska havn, og tí kundi hetta fingið álvarsligar avleiðingar fyri ríkisfelagsskapin.

 

Villy Søvndal sigur, at fremsti áhugin hjá stjórnunum í Føroyum og í Danmark, embætisverkinum í Føroyum og í Danmark, var at forða fyri, at hetta fekk avleiðingar fyri ríkisfelagsskapin.

Og hetta vísir bara, at sjálvt eina so álvarsliga støðu, tolir ríkisfelagsskapurin, segði Villy Søvndal.

 

Hann sigur, at tað er ein partur av politiska spælinum, at í báðum londum er onkur,  sum roynir at stoyta bensin á báli. Í Føroyum kundi tað verið onkur sum ikki helt, at landsstýrið handfór málið rætt og tað sama kundi gera seg galdandi í Danmark.

 

Villy Søvndal sigur, at hansara fremsta mál var ikki at røkja áhugamálini hjá ES.

- Sum danskur uttanríkismálaráðharri var mítt fremsta áhugamál var at røkja ahugamálini hjá ríkisfelagsskapinum og at forða fyri boykotti. Men sjálvandi skuldu vit brúka okkara samband við ES at royna at sannføra tey sum, at boykott var ikki rætti vegurin.

Og nú hann hyggur í bakkspegilin heldur hann ikki, at nakað kundi verðið gjørt øðrvísi.

- Av og á stinga álvarsmál upp, men tað sum er avgerðandi, er, at vit loysa trupulleikan í áliti á hvørjum øðrum.

 

- Tað, vit lærdu av hesum, var, at tað ber væl til. Men fortreytin er, at tað er ógvuliga gott samband ímillum hvønn annan- og tað var tað, sigur Villy Søvndal. 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her