Leita á in.fo

Hallur av Rana 20.08.2015 (14:22)

Vilja hava fiskivinnuna á breddan

Eitt av høvuðsmálunum síðstu mongu árini í føroyskum landspolitikki hevur verið um hvussu fiskivinnan skal skipast í framtíðini. Fiskivinnunýskipan er vorði eitt politiskt lyklaorð, ið flest øll, ið vilja gera vart við seg politiskt, hava tikið til sín. 

Tí er tað eisini merkisvert, at hóast tað einans eru tólv dagar til valdagin, so hava flokkarnir mestsum tagt nýskipanina burtur í valstríðnum.

Tað royndi Tjóðveldi at broyta í dag, tá flokkurin undir yvirskriftini Semja um Varandi Skipan fyri fiskivinnuna – frá politiskari útluting til javnbjóðis marknaðartreytir, í dag legði fram teirra boð upp á eitt grundarlag fyri framtíðar samráðingar millum politisku flokkarnar, um hvussu fiskivinnan skal skipast í framtíðini.

Talan var sostatt ikki um eitt ítøkiligt politiskt uppskot frá flokkinum, um hvussu fiskivinnan skal skipast framyvir, men seks meginreglur, ið flokkurin metir at flestu flokkar í Føroyum kunnu taka undir við.

Í fyrsta punktinum slær Tjóðveldi fast, at loyvir og rættindi ikki skulu kunna keypast og seljast millum privatar aktørar, men at kvotur og fiskidagar skulu fella aftur til landið. Ásannandi um, at man ikki einans kann broyta eina skipan so grundleggjandi frá degi til dags, mælir flokkurin til eina skiftistíð. Harumframt slær flokkurin fast, at neyðugt er at avmarka atgongdina hjá einstaklingum til samlaða tilfeingið.

Næsta punktið hjá flokkinum er at leggja dent á stovnsrøkt og burðardyggu veiðu. Harvið ynskir flokkurin, at politiska skipanin skal fylgja ráðgeving, ið byggir á fremstu vísindaligu royndir, gransking og neyva innsavning av vitan og royndum hjá teimum, ið hava rikið og reka vinnu.

Harnæst ynskir flokkurin, at fiskirættindini skulu vera á føroyskum hondum og ikki á útlendskum. Tað inniber, at bara fyritøkur, ið eru skrásettar í Føroyum og fult skattskyldugar í Føroyum, kunnu taka lut í at veiða og troyta tilfeingið.

Í fjóðra punktinum ynskir flokkurin, at alt tilfeingið skal koma til høldar og til lands.

Fimta punktið er, at øll, sum starvast í vinnuni, skulu fylgja føroyskum reglum og galdandi sáttmálum á økinum.

Sætta punktið er eitt punkt, ið ikki hevur nakað beinleiðis at gera við fiskivinnunýskipanina, men umfatar altjóða avtalur, marknaðaratgongd og virðisøking.

Flokkurin staðfestir, at føroyskir myndugleikar skulu við sterkum samráðingartoymi brúka alla orku at tryggja rættindi Føroya til felags fiskastovnar í Norðuratlantshavi, góðar avtalur um at fiska hvør hjá øðrum og at gera handilssáttmálar við onnur lond, ið geva marknaðaratgongd og virðisøking fyri føroyskar fiskavørur.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her