Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 09.09.2014 (08:47)

Vilja hava Sea Shepherd fólkini útvíst úr Føroyum

 

Tey seks Sea Shepherd fólkini, sum fingu dóm í Føroya Rætti í gjár, skulu eisini vísast av landinum.

Tað ætlar løgreglan í Føroyum.

 

Tey vórðu dømd fyri at hava órógvað grindadrápið á Sandi síðsta vikuskiftið. Talan er um brot á politiviðtøkurnar og kunngerðina um grind, og afturfyri tað, vórðu tey dømd at rinda 1000 krónur í bót í part.

 

Les eisini: Sea Shepherd fólkini fingu 1000 krónur í bót

 

Men Peter Thaysen, sjefpolitiinspektørur, sigur, at ætlanin er eisini at fáa tey víst av landinum.

Tískil hevur løgreglan í Føroyum nú sent danska udlændingastyrelsen málið við einum tilmæli um at tey fara at vera víst av landinum.

Avgerðin fellur ein av fyrstu døgunum.

Hann sigur, at hann væntar avgjørt at fáa viðhald í, at fólkini skulu vísast av landinum.

 

Hann sigur, at verða tey útvíst, væntar hann, at tað verður í eitt tíðarskeið, kanska trý ár, ella fimm ár.

Nú var talan um ein bót á 1000 krónur. Tað er ikki tað mest álvarsliga brotsverkið, men Peter Thaysen sigur, at tað er nóg mikið til at fólk verða send av landinum.

- Verður ein útlendingum tikin fyri at stjala í einum handli, høvdu vit eisini viðgjørt spurningin um at vísa viðkomandi víst av landinum.

 

- Talan er sostatt ikki um, at vit gera mismun á fólki hjá Sea Shepherd, og øðrum útlendinum, tí í málum sum hesum er tað ein heilt nátúrlig mannagongd, at viðgera spurningin um útvísing, sigur hann.

 

Síggj fleiri myndir við at trýsta HER

 

 

 

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her