Leita á in.fo

Danjal av Rana 24.08.2015 (13:48)

Virða ikki lógirnar

Tá Bob Barker kom á Sund í morgun, stóðu løgregla og tollarar fyri teimum, sum vanlig mannagongd er. Tollvaldið og løgreglan fóru umborð og løtu seinni boðaði løgreglan í tíðindaskrivi frá, at manningin, ið telur 21, ikki fær innferðarloyvi, og tí má fara úr landinum aftur.

 

Andras Marr Poulsen, varapolitiinspektørur, sigur, at avgerðin er tikið í eini heimild í útlendingalógini.

- Har eru ásetingar í útlendingalógini, sum vísa til atlit at lóg og landaskili, og tað eru hesar heimildir, vit styðja okkum at, sigur hann.

 

Hann vísir á, at løgreglan síðani í vár hevur havt samskifti við Sea Shepherd og teirra umboð her í Føroyum.

- Vit høvdu fund við tey fyrr í ár og kritaðu tá banan upp, og greiddu teimum frá, hvørji rættindi tey høvdu viðvíkjandi talufrælsi, men eisini hvat vit væntaðu av teimum. Hendingarnar fyrr í summar hava tó víst, at tey ikki virða okkara lógir, og tí fara vit meiri víttgangandi til verka hesaferð, sigur Andras Marr Poulsen.

 

Tey 21 fólkini fáa nú møguleikan sjálvi at fara av landinum. Tað vil siga, at tað er upp til teirra, um tey sigla avstað við Bob Barker, ella um tey fara av landinum á annan hátt.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her