Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 30.05.2014 (13:32)

Virði fyri ótaldar milliónir kunnu fara fyri skeytið

Verður løgtingsval útskrivað nú, kundi tað kostað føroyska samfelagnum ótaldar milliónir í mistari inntøku.

 

Orsøkin til tað er, at verður val útskrivað nú, hevði landsstýrið heldur ikki kunna býtt kvotuna av uppsjóvarfiski ímillum skipini.

 

Tað sigur Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, sum eisini var við til at skriva okkara stýrisskipanarlóg.

 

Tá ið Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, var í Kringvarpinum hóskvøldið og greiddi frá, hví hann ikki vil hava núval nú, førdi hann fram, at tað eru serliga tvær orsøkir til tað.

 

Ein orsøk er, at landsstýrið og kommunurnar standa á gáttini til at gera eina søguliga avtalu um, at kommunurnar yvirtaka eldraøkið á nýggjárinum.

 

Hin orsøkin er, at kvotan av uppsjóvarfiski er ikki býtt enn.

 

Verður val útskrivað nú, verður landsstýrið ógvuliga nógv avmarkað og kann bara gera tað, sum er alneyðugt fyri at halda samfelagshjólini malandi.

 

Verður val útsskrivað, kann landsstýrið ikki seta nøkur tiltøk í verk uttan tað, sum er allarmest neyðugt.

Tí hevði ætlanin at leggja eldraøkið undir kommunurnar komið í stóran vanda, og samstundis hevði heldur ikki borið til at býtt kvotuna av uppsjóvarfiski, fyrrenn nýttt landsstýrið er skipað.

 

Les eisini: Løgmaður: Fýra møguleikar fyri framman

 

Tað hevði elvt til, at samfelagið hevði mist øgilig virðið og tí vildi løgmaður ikki útskriva nýval nú, greiddi hann frá í Kringvarpinum í gjárkvøldið.

 

Bjørn á Heygum sigur, at løgmaður grein í sínum máli, tí verður val útskrivað, verður landsstýrið avmarkað til at verða ein starvsstjórn.

 

Og ein starvsstjórn kann einki gera uttan tað, sum er alneyðugt fyri at at halda samfelagnum flótandi.

- Groft sagt kann ein starvsstjórn bara rinda lønir og syrgja fyri, at olja er í tangunum, sigur Bjørn og Heygum.

 

Ein starvsstjórn er eitt umsitingarlandsstýrið burturav og kann ikki taka nakra sum helst politiska avgerð, leggur hann afturat

 

- Tað kann undir ongum umstøðum verða talan um, at ein starvsstjórn fer at býta virði fyri milliardir ímillum føroyskar reiðarar, sigur Bjørn á Heygum.

 

Tað hevði verið brot á allar reglur, sigur hann.

 

Verður nýval útskrivað nú, kann valið í fyrsta lagi vera um fýra vikur og í seinasta lagi um fimm vikur, so tekur tað eina tíð at skipa eina samgongu.

 

Les eisini: Johan Dahl: Eg eri rætt endurgivin

 

So tað er ikki vist, at ein nýggj samgonga er sloppin til verka fyrrenn einaferð í juli mánað.