fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 13.9m/s

Leita á in.fo

Hilmar Jan Hansen 01.01.2015 (07:52)

Vit eru errin av tær, Edward!

Gamlaárskvøld handaði borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu fyri aðru ferð Listavirðisløn Nólsoyar Páls. Heiðurslønin varð hesaferð latin listamanninum Edwardi Fuglø.

 

- Listamaðurin, ið vit heiðra í kvøld, hevur ferðast frá einum listarligum útjaðara – einum orginalum og kanska eisini marginalum umhvørvi – og inni í hjørtuni á føroyingum og í miðdepilin í føroyskari list. Á ferðini hevur hann verið trúfastur ímóti sínum hugskotum og sínari lívs- og listafatan. Hansara orginalu hugskot eru við tryggum handverki, gløggum eygleiðingum og einum góðum eyga blivin til nýskapandi list á høgum altjóða stigi, segði Jógvan Skorheim í grundgevingini fyri, at Edward Fuglø fekk heiðurslønina.

 

- Listamaðurin hevur varðveitt lokala umhvørvið sum sítt umhvørvi. Hann kendi seg ikki noyddan at leita burtur fyri at kunna skapa og úttrykkja seg. Hann hevur ikki kent seg avmarkaðan her millum Kjølin og Háfjall, millum Myrkjanoyrafjall og Klakkin. Tá ið summi kunna halda nærumhvørvi verðaavmarkandi og trongligt, hevur listamaðurin fevnt sítt lokaløkið. Hann hevur ávirkað tað, verið við til at broyta tað, gjørt tað meira spennandi og skapandi, og hann hevur brúkt tað til íblástur og útgangsstøði í sínari list.

- Í søguríka umhvørvinum Úti í Klaksvík hevur hann bæði við sínum heimi og atelieri og í gamla Einahandlinum verið við til at fáa nýtt lív og innihald í økið, sum hevur havt so stóran søguligan týdning fyri býin. Eisini í hesum samanhangi eiga vit at veita listamanninum stóra tøkk fyri hansara innsats og avrik – og vit eru sera fegin um, at hann hevur valt sær lokalumhvørvið at virka út frá – sjálvandi altíð í samspælið við útheimin og altjóða umhvørvið, segði Jógvan Skorheim.

 

Umframt heiðurin fekk Edward Fuglø eisini ein kekk á 75.000 krónur.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her