- Vit veita bæði innivist og mat

- Tey, sum búgva her, kunnu altíð fáa at eta, og tey fáa gott at eta. Her nýtist ongum at ganga svangur ella tystur.


Ingun Poulsen, sum starvast á Hotel Bakkanum í Vági, sigur, at tey hava níggju kømur, sum tey leiga út, harav fýra kømur hava brúsu inni á kamarinum.

Men, beint uttan fyri kamarshurðina á gongini eru eisini brúsur.

- So, tað er bara eitt hanagleiv úr kømrunum við ongari brúsu og út í brúsuna á gongini, sigur hon.

Fólk, sum leiga seg inn á Hotel Bakkan, fáa morgunmat, og tey fáa eisini døgurða og nátturða, um tey ynskja tað.

- Tey, sum búgva her, kunnu altíð fáa at eta, og tey fáa gott at eta. Her nýtist ongum at ganga svangur ella tystur, sigur Ingun Poulsen brosandi.

Hotel Bakkin leigar eisini eini stór sethús í Vági, og her búgva ofta ítróttarfólk, sum koma suður at kappast, og onkuntíð hava verið upp í eini 20-24 fólk í húsinum.

- So, er tað gisting, matur ella hølisleiga, eru fólk hjartaliga vælkomin at venda sær til okkara, sigur Ingun Poulsen á Hotel Bakkanum, sum In.fo vitjaði herfyri.