- Vøkstur í alivinnuni kann ávirkast av manngjørdum viðurskiftum

Knud Simonsen, granskari, hevur verið við til at skriva grein í viðurkenda vísundaliga tíðarritið Marine Policy


 

Knud Simonsen, granskari, hevur verið við til at skriva grein í viðurkenda vísundaliga tíðarritið Marine Policy. 

Niðurstøðan er, at alivinnan gevur eitt stórt íkast til matvøruframleiðslu í øllum heiminum. Tó finnast eisini viðurskifti, ið hava elvt til týðandi stríðsmál. Tað skrivar Fiskaaling.fo

- Eitt nú møta útbyggingar og ynski um økt virksemi - serliga í ríkum, demokratiskum londum - í vaksandi mun mótstøðu orsakað av ósemjum um sosial og vistfrøðilig árin – bæði jalig og neilig.

Greinin hjá Knud Simonsen leggur fram úrslit frá eini røð av verkstovum, har altjóða granskarar hava kannað og samanborið sosialvistfrøðiligar avbjóðingar, sum gera seg galdandi í ávikavist Kanada, Føroyum, Íslandi, Noregi og í Svøríki. Hesar samanberingarnar millum londini geva eitt heilt serligt innlit í ymiskar avbjóðingar fyri stýringini av alivinnuni. Hetta eru viðurskifti, sum ikki eru lýst áður í sambandi við alivinnuna.

Kanningin vísir eitt nú, hvussu ein møguligur vøkstur í alivinnuni kann ávirkast av ymiskum manngjørdum viðurskiftum, so sum atgongd til aliøki, viðurskifti við aðrar vinnugreinar, politiskar avgerðir og vantandi reglugerðir.

Knud Simonsen er millum teir tilsamans 11 granskararnar, ið hava skrivað greinina, sum er útgivin í Marine Policy. Leiðandi høvundurin er Nathan Young frá University of Ottawa, Kanada.