Watson: Tí skal Týr boykottast

Sea Shepherd leiðarin heldur, at Týr umboðar meira enn bert tónleik


Leiðarin í felagsskapinum Sea Shepherd ger nú aftur vart við seg í átaki ímóti føroyska rockbólkinum Týr. Paul Watson hevur staðið á odda fyri herferð, sum roynir at leggja trýst á spælistøð fyri at fáa tey at avlýsa framførslur við Týr. Í nøkrum førum hevur hetta eydnast.

Týr er í løtuni á konsertferð í Europa saman við bólkunum Heidevolk og Dalriada. 22 konsertir standa á skránni, men á trimum av konsertunum er Týr tikið av plakatini. Orsøkin er, at spælistøðini – eftir trýst frá Sea Shepherd aktivistum – hevur biðið Týr lata vera við at spæla hjá teimum. Seinast var í Hannover fríggjakvøldið, har Týr tó fór á pallin og spældi í hálvan annan minutt, áðrenn teir vístu troyggjur við áskriftini »Týr censored«.

Eftir hetta hevur Paul Watson aftur boðað frá, at tað er umráðandi, at Týr verður boykottað, og hann greiðir frá hví:

– Týr spælir ikki bert tónleik. Teir stuðla alment grindadrápi, og sangarin Heri Joensen luttekur sjálvur í grindadrápi. Onkrir sangir hjá teimum heiðra grindadráp og leggja eftir mótmælisfólkum, sigur Paul Watson.

– Vit boykotta ikki Týr orsaka av teirra tónleiki, men vit mæla spælistøðum frá at lata Týr spæla fyri at gera vart við ræðuliga grindadrápið í Føroyum, sigur hann.

Týr spældi í gjárkvøldið í Belgia og fingu góða móttøku har. Europeiska konsertferðin hjá Týr heldur fram til 27. apríl.