Leita á in.fo

Mynd: Privat

Danjal av Rana 31.03.2016 (14:34)

Yndismotivini eru í Norðoyggjum og Streymoynni

Frá hósdegnum 31. mars hevur Finleif Mortensen málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn. Framsýningin hevur heitið “Tað einfalda landslagið og kompositiónir”.

 

Við á framsýningina hesaferð hevur listamaðurin 30 oljumálningar i ymiskum støddum.

 

Eyðkent fyri verkini hjá Finleifi eru føgru litirnir og tað einfalda landslagið, sum hann gandar fram við penslinum.

-Eg royni at foreinkla tað føroyska landslagið. Trekki bara tær grovu linjurnar upp og hugsi minni um smálutirnar. Vil heldur fanga rúttmuna í smáu húsunum á bygd og tær einføldu linjurnar á fjøllunum og oyggjunum, sigur Finleif Mortensen.

 

Listamaðurin gongur nógv í føroysku náttúruni og er javnan at finna á ovastu fjallatindunum. Hann er hugtikin av homrum, klettum og skorum, og hetta sæst aftur í nógvum av teimum abstraktu málningunum, sum eru við á framsýningini. Alt í føgrum litum sum minna okkum á, at summarið skjótt er í hondum.

 

Yndismotivini eru serliga í Norðoyggjum og Streymoynni – skiftandi ljós og smáar bygdir við stórbærum fjøllum. Eitt nú Mikladalur við stórsligna Kunoyarnakki í bakgrundini, Kvívík við vakra útsýninum á Koltur og ikki minst støðugt broytandi ljós- og litspælið millum Borðuna og Glyvursnes.

 

Fineif Mortensen hevði sína fyrstu listaframsýning í 1985 bert 20 ára gamal. Tað var í Smiðjuni í Lítluvík. Síðan tá hevur hann havt nógvar framsýningar í Føroyum og uttanlands, millum annað á Skt Gertrud í Keypmannahavn, Kunstgalleriet í Odense, Galleri Inuit í Ålborg og á Gallarí Fold í Reykjavík. Eisini hevur hann sýnt fram á listastevnunum Art Copenhagen og Art Herning.

 

 

Seinni í apríl hevur Finleif Mortensen framsýning hjá Gallarí Sct. Gertrud í Keypmannahavn, og í summar og heyst eru aðrar framsýningar á skránni.

 

 

Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík letur upp hósdagin 31. mars klokkan 16. Opið er gerandisdagar kl 13-19, leygardag kl 11-19 og sunnudag kl 14-19. Framsýningin letur aftur týsdagin 5. apríl kl 19.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her