Leita á in.fo

Samrøða við Hanus Samró í Sosialinum fyri júst tveimum árum síðani – einl lítlan mánað eftir, at hann varð valdur á ting

Eirikur Lindenskov 23.11.2013 (05:27)

Yngsti tingmaður er rithøvundur

Yngsta fólk á tingi, tann 25 ára gamli Hanus Samró, hevur givið út næstu skaldsøgu sína, síðani hann fyri tveimum árum síðani varð valdur á ting fyri Fólkaflokkin – sum næstyngsti tingmaður nakrantíð.

 

Tað var fríggjadagin, at bók hansara, »Hans Jensen«, kom út. Sjálvur sigur hann, at »Hans Jensen« er ein politisk spenningsøga, ið millum annað viðger uppboðssøluna av sild og makreli, handilsstongsulin hjá ES og avbjóðingina við fólkavøkstri og fólkatilflyting.

 

– Tað er í gjøgnum eyguni á vinnulívsmanninum, Hans Jensen, at avbjóðingarnar verða viðgjørdar, sigur Hanus Samró.

 

» – Hans Jensen er farin til Dubai í arbeiðsørindum, tá túrurin fær eina bráða vend. Skal hann selja prinsippini og fara eftir vinninginum ella halda fast við grundhugsjónina, men missa vinningin? Um ætlanin skal eydnast, verður hann noyddur at fáa politisku skipanina við. Spurningurin er, um politiska skipanin vil samstarva, tí Hans Jensen er ikki beinleiðis vinarligur, tá tað kemur til almennu umsitingina,«

 

Skaldsøgan hjá Hanusi Samró er 424 síður.

 

Hanus Samró er 25 ár og býr í Hoyvík, har hann vaks upp. 15 ára gamal flutti hann til Hollands við familjuni. Hanus tók prógv í International Baccalaureate í 2007. Hann flutti aftur til Føroya í 2008 og starvaðist eitt skifti sum læraravikarur. Hann fór undir at lesa stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetri Føroya í 2010.

 

Hanus Samró var valdur á ting 29. oktober í 2011. Hann er valdur fyri Fólkaflokkin og er tann næstyngsti valdi tingmaðurin nakrantíð. Hann er stjóri og partaeigari í smápartafelagnum Ó. Fyrra skaldsøga hansara kallaðist »Tey bæði – trúfesti og fullkomin friður«.

 

TRÝST HER fyri at lesa samrøðu við Hanus Samró í Sosialinum fyri júst tveimum árum síðani


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her