Leita á in.fo

Danjal av Rana 03.02.2015 (21:47)

Ynskja fleiri prestar til útisetarnar

15.000 føroyingar í Keypmannahavn, men bara ein føroyskur prestur. 15.000 føroyingar uttan fyri Keypmannahavn, men bara ein føroyskur prestur til allar teirra.

 

30.000 føroyingar í Danmark hava bara tveir føroyskar prestar. Nú eru røddir frammi, ið ynskja fleiri føroyskar prestar til útisetarnar.

 

- Míni ørindi eru at gera landsstýrið, løgtingið og føroyska bispin varug við, at teir 30.000 føroyingarnir, ið eru búsitandi í Keypmannahavn, hava eitt ónøktað ynski um fleiri føroyskar prestar, skrivar Erik Ludvigsen, búsitandi í Aalborg.

 

Erik Ludvigsen heldur, at við tað at Føroyar yvirtóku kirkjumál fyri nøkrum árum síðani, hava føroyskir myndugleikar ábyrgd av, at veita kirkjuliga tænastu til mongu føroyingarnar í Danmark.

 

Erik Ludvigsen vísir á, at ein prestur var ríkiligt fyri nøkrum árum síðani, men at talið av til dømis føroyskum lesandi í Danmark er so nógv økt seinastu tíðina, at tað er alneyðugt at seta fleiri føroyskar prestar í starv í Danmark.

- Hendan menningin hevur við sær ein vaksandi eftirspurning og tørv á kirkjuligari tænastu millum føroyingar í Danmark. Herbúgvandi føroyingarnir ynskja at hoyra orð Guds á føroyskum og at syngja føroyskar sálmar. Teir ynskja føroyskar gudstænastir, skrivar Erik Ludvigsen.

 

At enda nevnir Erik Ludvigsen, at í mong ár hevur verið ætlanin at byggja eina føroyska kirkju á Amager. Eitt grundstykki varð ognað, men so datt ætlanin niðurfyri.

- Tað er ikki annað enn eitt rímiligt krav frá teimum 30.000 føroyingunum, ið búgva í Danmark, at løgtingið mannar seg upp og røkir teir 30.00 føroyingarnar, skrivar altso Erik Ludvigsen at enda.  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her