Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 28.04.2015 (11:01)

Zakarias Wang er nú klárur at stilla upp

Allar tær neyðugu und­ir­skrift­ir­nar eru nú komnar í hús, og uttanflokkalistin hjá Zakarias Wang er nú klárur at taka dystin upp.


150 stillarar, tað er tað, sum krevst fyri at stilla upp utt­an­flokka til fólkatingsval í Før­oyum.

– Eg havi nú fingið oman fyri 150 stillarar. Tað koma helst nakrir afturat, men vit kunnu í mesta lagi hava 200 still­arar, sigur Zakarias Wang.

Soleiðis er greitt, at í øllum før­um sjey listar stilla upp til komandi fólkatingsval. Sjálv­stýr­isflokkurin hevur boðað frá, at hann ikki stillar upp. Men tá Jógvan Skorheim varð valdur til formann, segði hann, at tann avgerðin skuldi um­hugsast av nýggj­um.

Tí kann tað gerast talan um átta listar.

Annita á Fríðriksmørk hevði eina viðmerking um, at all­ir loys­ingarflokkarnir áttu at gjørt eina lista­sam­gongu. Men so verður ikki, tí tað ber ikki til at gera lista­sam­gongur. Fólka­tings­val­lógin varð broytt í 1993, og tá hvarv møguleikin við lista­sam­gong­um. Tað eru bara flokk­ar, sum eru umboðaðir í Løg­tinginum, sum kunnu stilla upp til fólkatingsval í Før­oy­um.

Men við at savna millum 150 og 200 stillarar, so ber til at stilla upp eitt valevni á utt­an­flokkalista. Skuldu loysing­ar­flokkarnir gjørt ein felags lista, so er bara ein møgu­leiki, og tað er at stilla upp á listanum hjá einum av flokk­u­num. Hin møguleikin er, at teir semjast um eitt val­evni, sum stillar upp uttan­flokka.

Zakarias Wang er valevnið hjá uttanflokkalistanum hesa­ferð. Skuldi onkur annar per­són­ur verið uppstillaður í stað­in fyri Zakarias Wang, so krevj­ast aftur nýggjar und­ir­skrift­ir til tess.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her