Leita á in.fo

Hallur av Rana 09.08.2015 (18:00)

Zakaris Wang stillar upp til løgtingsvalið

Tá løgtingsval verður 01. september fær føroyski veljarin enn einaferð møguleikan at seta sín kross við Zakaris Wang. Hesaferð verður tað tó ikki sum til fólkatingsvalið á Uttanflokkalistanum, men á listanum hjá Nýtt Sjálvstýri.


Zakaris Wang hevur verið limur í Tjóðveldi síðani 1967, men hevur valt at melda seg úr flokkinum og upp í Nýtt Sjálvstýri. Við in.fo greiðir hann soleiðis frá síni avgerð.


- Tað er soleiðis, at tað ikki vóru nógvir møguleikar aftaná fólkatingsvalið. Eg fór uppá val við tí endamáli, at ikki taka móti stuðli frá Danmark til politiskt virksemi. Nýtt Sjálvstýri var einasti flokkurin, ið tók undir við tí.


- Teir bjóðaðu mær limaskap í flokkinum. Eg kom til tað niðurstøðu, at teir ynskja sjálvstýri, so eg eg tók av aftaná umhugsunartíð. Síðani varð eg spurdur, um eg vildi stilla upp. Tað mátti eg hugsa um, og kom til tað niðurstøðu, at um flokkurin manglaði fimm atkvøður í at sleppa á ting, so hevði tað verið spell, um eg ikki hjálpti teimum. So tað endaði við, at eg segði ja.


Um avgerðina at siga farvæl við Tjóðveldi, har hann hevur verið limur í 48 ár, sigur hann, at tað var ein spurningur um sína samvitsku.


- Tað ber ikki til hjá mær at stemma uppá ein flokk, ið tekur móti stuðli frá Danmark. Tað er móti míni samvitsku.


Uttanflokkalistin hjá Zakaris Wang fekk til fólkatingsvalið 345 atkvøður, meðan Nýtt Sjálvstýri fekk 403 atkvøður.


Tað er serliga í Tórshavn, at Zakaris kann væntast at hjálpa flokkinum. Til fólkatingsvalið var Uttanflokkalistin eisini størri enn Nýtt Sjálvstýri. Uttanflokkalistin fekk 126 atkvøður, meðan Nýtt Sjálvstýri fekk 77 atkvøður.  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her