Leita á in.fo

Her eru Zeta arkitektar saman við Borgarstjóranum. Tað er Søren Yde Jensen, vinstrumegin og Ragnar Zachariassen í miðjuni

Áki Bertholdsen 22.05.2014 (13:32)

Zeta arkitektar vunnu kappingina um miðbýin

Tað vóru Zeta arkitektar, sum vunnu kappingina um at spaka ein nýggjan miðbý í Havn.

 

Tað varð greitt á samkomu í Müllers Pakkhúsi fyri stuttari løtu síðani.

 

Fyrsta virðislønin var 300.000 krónur og uppskotið hjá teimum spennr frá heildini niður í serlutir og myndar ein samangangandi og fjølbroyttan miðbý.

 

Aðru virðisløn á 150.0000 krónur og hana fekk MAP arkitektar og tað greiðir frá eini bústaðarbygging á Skálatrøð sum í byggisniðið fær sambandi við gamla býarpartin.

 

Triðju virðisløn var 75000 krónur og hana fekk Contrast, sum hevði eina røð at tiltøkum, sum kunnu menna miðbýin, eitt nú eitt nýtt hús í Tórsgøtu við nógvum glasi

 

Triðju virðislønina fær Contrast sum hevði eina uppskot, sum vísa á tiltøk, sum kunnu menna miðbýin.

 

Kappingin býtt upp í tveir partar, har annar parturin er um miðbýin sum heild, men hin parturin er um grannalagið rundan um Steinatún.

 

Í hesi løtu situr dómsnevnd og metir um øll uppskotini, sum eru latin inn í stóru arkitektakappingini um miðbýin.

 

Dómsnevndin skal meta um tey sjey uppskotini, sum komu inn. Øll uppskotini eru latin inn av føroyskum arkitektum ella arkitektavirkjum.

 

Uppskotini vísa á, hvussu ein skipað miðbýarmenning kann verða løgd til rættis. Umframt eina heildarætlan fyri miðbýarøkið leggja uppskotini serligan dent á økið kring Steinatún.

 

Kappingin hevur stóran týdning fyri býin. Tí hevur kommunan lagt áherðslu á at fáa viðurkendar fakdómarar við nógvum royndum.

 

Fakdómararnir hava verið Gunnar Hoydal, sum í nógv ár var býararkitektur í Tórshavn. Føroyski arkitekturin Turið Mohr var eisini dómari. Og so metir professarin á Københavns Universitet, Ellen Marie Braae, eisini um uppskotini, sum eru komin inn. Ellen Marie Braae hevur granskað innan býarskipan, og hevur drúgvar royndir sum dómari í arkitektakappingum.

 

Úr úrskurðinum hjá dómsnevndini


3. virðisløn
Fyri uppskotið á triðja plássi verða latnar kr. 75.000. Í úrskurðinum hjá dómsnevndini stendur millum annað:

Uppskotið vísir í myndum eina røð av hugskotum til, hvussu bøtt kann verða um ymisk støð í býnum. Til dømis er eitt teirra at byggja eitt nýtt hús móti Tórsgøtu á plássinum við býráðshúsið, eitt hús har báðar tær niðastu hæddirnar eru úr glasi og við skoti ígjøgnum, so at sól sleppur framat og útsýni verður út yvir Vesturbýin.

Triðju virðislønina fær Kontrast, byggilist og byggifrøði við Mayfinni Norðoy, Onnu Trónd Hansen, Annie Heinesen og Lailu Simonsen

 

2. virðisløn
Fyri uppskotið á øðrum plássi verða latnar kr. 150.000. Í úrskurðinum hjá dómsnevndini stendur millum annað:

Uppskotið greiður frá týdninginum, tað hevur, at varðveita verandi dám og støddir í Havnini og at arbeiða út frá hesum grundarlagi. Hetta sæst í uppskotinum til eina bústaðabygging á Skálatrøð, sum í húsastøddum og tilfari vil fáa eitt samband við gamla býlingin úti í Bø. Tað sæst eisini í uppskotinum til íbúðabygging og fornminnissavn í Álakeri. Her sæst, at uppskotssetararnir hava eina neyva fatan av byggimøguleikum í rúmd og tilfari.

Aðru virðislønina fær MAP arkitektar við Heidi H. Poulsen, Rúna Abrahamsen, Ova Mortensen, Suna E. Jakobsen, Sverra Heinesen, Janusi Petersen og Steen Balle.

 


1. virðisløn
Fyri uppskotið á fyrsta plássið verða latnar kr. 350.000. Í úrskurðinum hjá dómsnevndini stendur millum annað:

Uppskotið spennir frá heildini niður í serlutir og myndar eina hugsjón um ein samanhangandi og fjølbroyttan miðbý. Uppskotið tekur støðu til býarætlan, byggilist, býarrúm og útbúnað, sum eigur at vera í býarrúmunum.

Fyrstu virðislønina fær ZETA architects við Ragnari Zachariassen og Søreni Yde Jensen

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her