fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 9.1m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 15.04.2018 (08:30)

Neyðugt at kanna matoyðsl í Føroyum

Teir einstaklingar ella felagsskapur, sum býta ókeypis mat út til fólk, sum eru illa fyri fíggjarliga, eiga at verða skrásett.

 

Tað heldur Heilsufrøðiliga Starvsstovan sjálv í eini viðmerking til uppskotið, Sonja Jógvansdóttir, hevur lagt fyri Løgtingið um at fyribyrgja matoyðsli.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at orsøkin til at tey eiga at verða skrásett, er fyri at tey kunnu fáa ta røttu leiðbeiningina um, hvussu matur skal handfarast. 

 

Annars heldur Heilsufrøðiliga Starvsstovan, at kanningar eiga at verða gjørdar fyri at fáa greiði á um tørvur yvirhøvur er á at seta tiltøk í verk fyri at forða fyri matoyðsli. Ein partur av hesum kanningum skal vera at útvega hagtøl fyri matoyðsli.

 

Í hesum sambandi vísir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á, at ein kanning í Noregi vísir, at av tí matinum, sum verður tveittur burtur har, eru tað teir einstøku brúkararnir, sum standa fyri 61 prosentum av matoyðslunum, men tað, sum handlarnir tveita burtur, er bara ein viðfáningur aftur ímóti.

 

Tí hevur tað stóran týdning at kunna og upplýsa vanliga brúkaran um mat og matoyðsl, og serliga um, hvat upplýsingarnir á matinum, merkja.

 

Vit hava meiri um hetta klokkan 12


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her