Leita á in.fo

Tveir persónar eru funnir standandi á einum ísflaka. Teir vóru farnir út í opnari jollu, sum koppaði við ísbrúnna.

Vilmund Jacobsen 14.05.2018 (00:26)

Neyv útrokning bjargaði mannalívum

Orsøkin til, at tveir persónar vórðu funnir og bjargaðir á einum ísflaka í Grønlandi friggjadagin, var, at radiooperatørar hjá Aasiaat Radio megnaðu at rokna út sannlíku knattastøðuna, eftir at teir høvdu hoyrt eitt veikt mayday-signal, sum er altjóða neyðsignal hjá skipum og flogførum.

 

Tað var klokkan 18.29 fríggjakvøldið, at Aasiaat Radio yvir WHF’in hoyrdi veika neyðarkallið, men her fekst eingin knattastøða, ei heldur navn á skipi ella bát.

 

Sambært Arktisk Kommando setti Aasiaat Radio seg beinanvegin í samband við Joint Rescue Coordination Centre (JRCC) hjá Arktisk Kommando fyri at boða frá neyðarkallinum. Samstundis fóru radiooperatørar hjá Aasiaat Radio í gongd við at rokna seg fram til, hvaðani neyðarkallið kundi koma.

 

Vakthavandi leiðarin hjá JRCC sendi bjargingartyrlu hjá Air Greenland avstað, og tyrlan varð síðan leidd til hugsandi knattastøðuna millum Kangaatsiaq og Sisimiut, sum radiooperatørarnir høvdu roknað seg fram til.

 

Her vórðu tveir persónar funnir standandi á einum størri ísflaka. Teir vóru farnir út í opnari jollu, sum var koppað við ískantin. Arktisk Kommando sigur, at tað eydnaðist tyrlumanningini í øllum góðum at taka persónarnar upp og flúgva teir til Sisimiut, har teir komu fríggjakvøldið klokkan 21.41.

 

- Radiooperatørarnir hjá Aasiaat Radio eiga stórt rós uppiborið. Teir roknaðu knattastøðuna út til at vera 6720N-5500W, og fólkini vórðu funnin á ísflakanum á knattastøðuni 6730N-5412W, leggja tey hjá Arktisk Kommando aftrat.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her