Nicolina av Kamarinum: Ein meldur av kenslum

Tað var við blandaðum kenslum, at fólkakæri sangarin segði farvæl

 Hósdagin fluttu Bjørgheðin og Nicolina Jacobsen - ella Nicolina av Kamarinum, sum flestu okkara kenna hana - til Skive í Danmark at búgva. 

 

 

Tey trý børnini hjá Nicolinu og Bjørgheðini Jacobsen búgva øll uttanlands: Døturnar báðar í Danmark og sonurin í Amerika. Nicolina og Bjørgheðin hava búð á Langasandi í 55 ár, og tankarnir um at flyta, ikki bert av Langasandi men av landinum, er komnir so líðandi.

 

 

- Eg má næstan klípa meg sjálva í armin og vita, um hetta veruliga hendir, sigur Nicolina Jacobsen, tá hon verður spurd, hvussu tað kennist at flyta av landinum.

 

 

- At fara hiðani er ikki ein løtt avgerð fyri hvørgan okkara. Eg fari at sakna umhvørvið, fjøllini og veðurlagið, hóast tað er upp og niður við tí. Eisini fara vit frá familju og vinum, men vit velja at leggja dent á tað góða heldur enn tað ringa, sigur hon. 

 

 

Hon greiðir frá, at tað góða er, at tey flyta í ein minni bústað í Skive – eina ognaríbúð við trimum kømrum, og at tey fara at búgva í vøkrum, friðarligum og grønum umhvørvi mitt í býnum. Tað eru fimm minuttir at ganga út á gongugøtuna, og tvær kirkjur og ein kirkjugarður eru tætt við.

 

 

- Tað besta er, at vit búgva mitt ímillum døturnar, og at tað bert fer at taka á leið 30 minuttir at koyra til báðar teirra. Eisini verður lættari at ferðast til USA, har sonur okkara býr, sigur Nicolina Jacobsen.

 

 

- Vit hava eisini ommu- og abbabørn og langommu- og langabbabørn. Tað elsta langommu- og langabbabarnið skal fermast í vár, og tað er óalmindiliga stuttligt, at vit sleppa at vera við til tað, sigur hon spent.

 

 

Hon greiðir frá, at tey árini børnini hava búð uttanlands hava Bjørgheðin og hon verið flink at ferðast, bæði til Danmarkar og eisini langa vegin til USA. Tey hava ofta verið í Danmark á jólum, tí tað hevur verið lættari hjá teimum báðum, at ferðast niður enn tað hevur verið hjá børnunum øllum, at komið heim.

 

 

- Hetta verður alt lættari nú, sigur hon.