fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 6.2m/s

Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 13.06.2018 (10:41)

Niels Uni: Eg tími ikki meir

Í morgin fer Niels Uni Dam at hava sítt seinasta ummæli í útvarpssendingini Kvørvini, har hann hevur verið ummælari seinastu 11 árini. Eftir sendingina í morgin gevst hann at ummæla fyribils.

– Tað eru fleiri orsøkir til, at eg gevist at ummæla. Eg havi nógv at gera í mínum egna virki, og eg tími ikki so væl at ummæla longur. Fólk eru eisini við at troyttast av mær sum ummælara, tað er meira grenj at hoyra í krókunum frá fólki, sum eg havi virðing fyri, og so er best at finna hurðina sjálvur, segði Niels Uni Dam í Góðan Morgun Føroyar.

Niels Uni Dam hevur ummælt føroyskan tónleik í næstan 28 ár fyri ymiskar miðlar. Seinastu 11 árini hevur hann serliga verið ummælari í Kvørnini hjá Útvarpinum.

Hann sigur tó, at talan verður tó neyvan um endaligt farvæl til tónleikaummælini.

– Eg havi ongar illusiónir um, at hetta verður mítt síðsta ummæli. Eg fari uttan iva at sakna tað skjótt, og møguliga eri eg skjótur aftur, sigur Niels Uni Dam.

Niels Uni Dam hevur bloggað um sítt val at gevast sum ummælari. Bloggurin kann lesast her.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her