info
Ongi úrslit

Níggju filmar kappast um Geytan

Í ár eru 9 føroyskir stuttfilmar í uppskoti um Geytan og áskoðaravirðislønina.

info
Eirikur Lindenskov
18. januar 2018 kl. 08:35
Í ár eru 9 føroyskir stuttfilmar í uppskoti um Geytan og áskoðaravirðislønina. Norðurlandahúsið skipar aftur fyri Geytanum leygarkvøldið 24. februar 2018, tá nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir og tvær filmsvirðislønir, Geytin, sum nú er á 30 000 kr., og sum BankNordik letur og Áskoðaravirðislønin sum nú er á 25 000 kr., og sum Tórshavnar Kommuna letur, verða handaðar. Geytin verður byrjunarskotið til eina viku við føroyskum, norðurlendskum og altjóða filmum, tá Tóff fer av bakkastokki fyri aðru ferð. Vit fara at møta: Einum mammudrongi, sum málar kamarið hjá sær, andaliga prædikumannin Baldur og moralska nihilistin Teit, ein kvinna og ein maður, sum verða rivin við í stemninginum, tá kvinnan roynir skógvar, Poul Kristian Henriksen á einum útróðrartúri, Hamferð, Harald og Fríða, Maðurin við blæuni, ein hobbyastronomur, svartir hundar og ein ein trøllvaksnan mann, ið býr heima hjá mammu síni. Við í kappingini eru: Myndamálarin. Leikstjóri: Gudmund Helmsdal. 111 góðir dagar. Leikstjóri: Trygvi Danielsen. Skóhorn(y). Leikstjóri: Sóley Danielsen og Gudmund Helmsdal. Fisherman. Leikstjóri: Franklin Henriksen Frosthvarv. Leikstjóri: Franklin Henriksen Maðurin við Blæuni. Leikstjóri: Maria Tórgarð Collision Course. Leikstjóri: Rói Davidsen Sorte Hunde. Leikstjóri: Atli Brix Kamban Wünder Pitsa. Leikstjóri: Hanus Johannessen Í filmsnevndini, sum skal velja Geytavinnaran, sita Birgir Kruse, formaður, Sif Gunnarsdóttir, Norðurlandahúsið, Jan B. Jørgensen, Klippfisk, Marjun Niclasen, Filmshúsið, Eilen Anthoniussen, Tórshavnar Kommuna, Johnny í Grótinum , Kringvarp Føroya og útlendski nevndarlimurin hesaferð er Hlynur Pálmason, leikstjóri.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

Í gjár kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

Í gjár kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Seks stig til B68 - trý stig til 07 Vestur

1 tími síðan
Tíðindi

Lula afturvaldur til forseta í Brasil

3 tímar síðan
Fótbóltur

Sandnes ULF vann týðandi sigur í botnstríðnum

4 tímar síðan
Fótbóltur

Fimta dystin á rað fekk SV Ried úrtøku

4 tímar síðan
Tíðindi

Næstan alt úr aldum toski hjá Norcod fer til mannaføði

5 tímar síðan
Tíðindi

Trump kallar Noreg eitt »lortaland«

5 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Hellas Verona misti sigurin móti dystarenda

5 tímar síðan
Hondbóltur

Pauli hevur enn ikki roynt at tapt hetta kappingarárið

6 tímar síðan
Hondbóltur

Óli vann á Paula og Jákupi - Jóhan vann á Teis

6 tímar síðan
Tíðindi

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

7 tímar síðan
Tíðindi

MYNDIR: Birting í Gallarí Havnará

7 tímar síðan
Lesarabrøv

Løgtingið hevur gloymt arbeiðsfólkið – nú er tíð at fáa tað aftur á ting!

7 tímar síðan