Leita á in.fo

Niklas Simonsen og liðfelagarnir í TMS Tønder eru partur av uppflytingarstríðnum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini (Savnsmynd)

Heri Simonsen 15.03.2019 (18:10)

Niklas er partur av spennandi uppflytingarstríði (FM1)

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal, hondbóltsfrásøgumaður hjá FM1 gjørdi við landsliðsmálverjan, Niklas Simonsen sum er annar málverji hjá TMS Tønder.

 

TMS Tønder er í spennandi uppflytingarstríði í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Í løtuni er TMS Tønder nummar tvey við 35 stigum, men trý stig eru upp til oddaliðið Fredericia.

 

Tað er bert liðið sum endar á fyrsta plássi, ið flytur beinleiðis upp í bestu deildina. Nummar tvey og trý spæla best av trimum, og vinnarin spælir ímóti næstringasta liðnum í bestu deildini.

 

Niklas Simonsen er ikki so bjartskygdur um at vinna fyrsta plássið í næstbestu deildini. Hann roknar við, at TMS Tønder má út í nakrar dystir ímóti Skive, ið er á triðja plássi í næstbestu deildini fyri at at kunna vinna sær møguleikan at spæla um uppflyting til bestu deildina.

 

Sjúrður og Niklas umrøddu eisini komandi EM-uppgávurnar ímóti Ukraina á útivølli og á heimavølli ávikavist 10. og 13. apríl. 

 

Støðan (dhf.dk)

 

 

  D   VJTMálmunur 
1Fredericia 221903642 - 54238
2Tønder 221714658 - 58335
3Skive 221516702 - 63231
4Team Sydhavsøerne221408616 - 56428
5Ajax 221237628 - 60027
6Odder 221237617 - 61227
7HØJ 2210210629 - 63122
8Otterup HK2210111635 - 62221
9Stoholm 228212507 - 54418
10HEI, Skæring228113586 - 61217
11Frederikshavn FI228113570 - 60517
12HC Odense225215576 - 61112
13Randers HH225215591 - 67412
14Køge 221120543 - 6683

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her