fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 13.5m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 14.09.2017 (16:30)

Nikolina sigur farvæl við Føroyar

Brot úr samrøðu í Vikuskiftis Sosialinum. Har kanst tú lesa alla samrøðuna við Nikolinu av Kamarinum. Tú kanst eisini lesa stórt tema um yvirgang, har vit síggja greiðan mun á talið av yvirgangsatsóknu fyri 30-40 árum síðani og so í dag. Og úrslitið er helst óvæntað fyri tey flestu. Les eisini um Effovenjara, sum nú takkar fyri seg. Um Aksel V. Johannesen, sum tekur samanum seinastu tvey árini sum løgmaður og mangt, mangt annað. Blaðið kemur í handlarnar í kvøld 

 

- Nú eru vit bæði ikki ung longur, og húsini á Langasandi eru vorðin alt ov stór til okkara. Tá endaliga avgerðin um at flyta varð tikin, so var tað ikki torført at venja seg við tankan, sigur Nicolina Jacobsen, sum í dag er flutt til Danmarkar at búgva.

 

 

Tey trý børnini hjá Nicolinu og Bjørgheðini Jacobsen búgva øll uttanlands: Døturnar báðar í Danmark og sonurin í Amerika. Nicolina og Bjørgheðin hava búð á Langasandi í 55 ár, og tankarnir um at flyta, ikki bert av Langasandi men av landinum, er komnir so líðandi.

 

- Vit hava dámt so ómetaliga væl á Langasandi og orsøkin til, at vit valdu at flyta er ikki, at vit ikki trívast. Heldur ikki tí, at vit kenna okkum einsamøll – als ikki – tí vit eru virkin og eru nógv saman við fólki. Orsøkin er, at eg eri mamma, omma og langomma og vil fegin vera saman við familjuni. Vit blíva eldri og eru nú 78 og 79 ára gomul. Skulu vit flyta, so má tað verða nú, sigur Nicolina Jacobsen, ella Nicolina av Kamarinum, sum flest okkara kenna hana.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her