fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.4m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 07.11.2018 (15:16)

Nina skal fáa børn og ung at ríða

Ríðisamband Føroya hevur nú sett Ninu J. Brockie Hansen í starv sum ungdómsmennara, og arbeiðið hjá henni verður at vekja áhugan hjá børnum og ungum fyri ríðing.

 

Ríðisambandið sigur, at tað vóru fleiri umsóknir til starvið, men Nina J. Brockie Hansen er sett í starv, tí hon hevur drúgvar royndir í at undirvísa í ríðing og í námsfrøði. Hetta metir nevndin í Ríðisambandinum at vera góðir førleikar til hetta starvið – sum kortini ikki er eitt starv, men eitt frítíðarstarv, tí tað verður røkt eftir vanliga arbeiðstíð. Longri røkkur peningaorkan hjá Ríðisambandinum ikki, siga tey.

 

Brandur í Dali, formaður í Ríðisambandinum sigur, at hann vónar at hetta kann verða við til at menna áhugan hjá ungdóminum fyri ríðing, og at tað fer at lyfta ríðing í Føroyum upp á eitt hægri stig.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her