Noah og liðfelagarnir vunnu 10-0 í norsku steypakappingini

Bryne gjørdist tað sætta av seks møguligum føroyingaliðum, ið vann seg víðari í norsku steypakappingini

Ígjár vunnu fimm føroyingalið í norskum fótbólti, Frederikstad, Kristiansund, Sandnes ULF, Mjøndalen og Strømmen seg víðari í norsku steypakappingini. 

 

Í kvøld gjørdist Bryne sætta føroyingaliðið, ið vann seg víðari til annað umfarið í steypakappingini.

 

Noah Mneney var við frá dystarbyrjan, tá Bryne vann stórsigur 10-0 á Forus og Gausel úr fimtbestu deildini. Í steðginum var Bryne á odda 5-0.

 

Komandi mánakvøld klokkan 18 hevur Bryne heimadyst í næstbestu norsku fótbóltsdeildini móti gamla liðnum hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger.