fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 10.01.2019 (23:48)

Nøgd og samanseting av djóraæti ávirkar atferð hjá makreli og botnfiskatilgongd

Í 2017 gjørdi Magnus Heinason átta kanningarferðir á sonevnda K-skurðinum, í ein útsynning úr Koltri, sum liður í einari verkætlan sum m.a. var stuðlað av Fiskivinnuroyndum. Frágreiðing um verkætlanina er nú tøk her.

 

 

Endamálið við verkætlanini var at kanna djóraæti á føroyska landgrunninum fyri at fáa meiri vitan til vegar um nøgd og samanseting av ymiskum sløgum í tíð og stað og um hetta kann setast í samband við atferð hjá makreli á Landgrunninum og tilgongd av toski, skrivar Havstovan á hav.fo.

 

 

Kanningarnar á K-skurðinum 2017 vístu m.a. at nøgdirnar av djóraæti vóru munandi størri uttan fyri Landgrunnin um várið og tíðliga á sumri, men seinnu helvt av sumrinum og út á heystið var øvugt, tvs. meira av æti var inni á Landgrunninum enn uttanfyri. Sannlíkt er at hetta er orsøkin til, at makrelur ikki leitar inn á Landgrunnin í munandi nøgdum, fyrr enn seint á sumri. Samansetingin av djóraæti á K-skurðinum um várið og út á summarið 2017 passaði sera væl til fyritreytirnar at koma undan hjá fiskayngli, soleiðis at longu í mars var væl av smáum djóraæti og harafturat ein ávís gýting av reyðæti. Tað vísti seg eisini á yngultúrinum hjá Havstovuni í 2017 at nógv var at fáa av yngli og talið av toskayngli var yvir miðal. Harafturat vísa stovnsmetingarnar í 2018, at tilgongdin av 1 ára gomlum toski (2017-árgangurin) er væl yvir miða. skrivar Havstovanl.

 

 

Úrslitini frá kanningini hava eisini víst, at nøgdirnar av djóraæti broytast sera skjótt. Stórar nøgdir av reyðæti vórðu í mai – eitt tíðarskeið har Havstovan higartil ikki hevur havt møguleika at raðfesta kanningar av djóraæti á Landgrunninum. Men í juni var nøgdin minkað niður í næstan einki.

 

 

Forvitnisligt hevði verið at sæð líknandi kanningar í fleiri ár fyri at kanna, um og hvussu samanseting av djóraæti um várið og út á summarið broytist millum ár. Hetta hevði verið virðismikil vitan, sum kundi givið neyvari ábending um, hví t.d. botnfiskatilgongdin er so ymisk frá einum ári til annað, skrivar hav.fo.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her