fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 5.5m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 18.05.2017 (14:49)

Nøkur kunnu vænta sær at fáa bíligari streym

 Arbeitt verður nú við at seta eina skipan, har summi kunnu fáa bíligari streym frá Sev um náttina.

 

Hetta hevur fingið fólk at halda, at nú fer tað so at verða bíligari at vaska upp og at vaska klæðir um náttina.

 

Men Hákun Djurhuus, stjóri í Sev, sigur, at tað er ikki hetta, ið liggur í kortunum.

 

Hann sigur, at sum støðan er nú, er ikki heimild í lógini  til at hava ymsan prís á streymi, alt eftir hvør tað er sum brúkar hann, ella nær streymurin verður brúktur.

 

Tí verður nú arbeitt við at broyta lógina so at tað fer at bera til at hava ymsar prísir. Tað er eitt arbeiði, tey eru í holt við í Heilsu- og innlendismálaráðnum, og tað er ikki liðugt enn.

 

Hákun Djurhuus sigur, at tískil veit hann heldur ikki enn, hvussu umfatandi heimildin at hava ymsar prísir, verður.

 

Men tað, sum liggur í kortunum hjá Sev er ikki, at øll skulu kunna fáa bíligari streym um náttina, og tískil er heldur ikki ætlanin, at tað skal vera bíligari at vaska klæðir ella at seta uppvaskimaskuna frá um náttina.

 

Hann sigur, at framleiðslan hjá Sev verður lagað eftir nýtsluni. Um næturnar er minni nýtsla og tá minkar Sev tilsvarandi um framleiðsluna. Sostatt sparir Sev pengar, tí tey hava onga framleiðslu, sum ikki verður brúkt.

 

Men hann ásannar, at so hvørt vindorka vindur upp á seg, verður eisini neyðugt at finna útvegir fyri, hvussu Sev kann sleppa av við streymin, ímeðan hann er til taks og tá kann ein onnur prísskipan verða upp á tal.

 

Hann sigur, at at tað, Sev, hugsar um í hesum føri, er, at tey, sum fáa sær hitapumpu og elbilar, sum skulu fáa bílari streym.

 

Ætlanin hjá okkum er ikki at verandi nýtsla skal vera bíligari, men tað er tann nýtslan, sum kemur afturat av tí at fólk brúka hitapumpu og elbil, sum skal vera bíligari.

 

Men tað merkir so eisini, at orkan, sum verður brúkt til hitapumpu og elbil má kunna eyðmerkjast og tí mugu tey, sum hava elbil og hitapumpu, eisini fáa sær serstakar málarar til

tey.

 

Óvist er, hvat slíkir málarar kosta, og tað eru nógv sløg, men ein prísur upp á 10.000 krónur er nevndur

 

Hákun Djurhuus heldur, at tann gongda leiðin er, at málarin verður tikin við í prísinum, tá ið elbilur ella hitapumpa verður keypt.

 

Tey, sum hava hitapumpu fáa so avsláttur allan sólarkringin av streymunum, pumpan brúkar.

 

Men hvat elbilum viðvíkar ætlar Sev at tey skulu gera av, nær bilurin verður løddur og tí skal málarin til elbilin kunna teldustýrast av Sev.

 

Tað merkir, at eigarin setir stikkarin í um kvøldið og klokkan sjey um morgunin tryggjar Sev so, at bilurin er løddur, men akkurát nær streymurin fer í hann, ger Sev av, tí tað verður lagað til nýtsluna annars.

 

Í løtuni kostar streymur til vanlig húsarhald 1, 825 krónu fyri hvønn kilowattíma, tá er mvg við.

 

Hákun Djurhuus sigur, at enn er ikki greitt, hvussu stórur avslátturin verður av streymi til hitapumpur og elbilar, men tey hava arbeitt við einum avsláttri upp á eini 37,5 – 50 oyru fyri hvønn kilowatt tíma, ella onkustaðni ímillum 20 og 27 prosent í heilt rundum tølum.